Danska veðurstovan DMI sigur í nýggjari veðurforsøgn, at tað verður kalt og kavaavfall næstu dagarnar.
DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av norði. Í kvøld og í nátt 8-13 m/s av norði. Skýggjað og kavaælingur. Hitin verður millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Mánadagin vera 8-13 m/ av norði, í støðum upp í 15 m/s. Út á dagin minkandi niður í 5-10 m/s av útnyðringi, seinni 5-10 m/s av landnyðringi. Skiftandi skýrák og kavi. Hitin verður millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Týsdagin vera 8-13 m/s av norði, í støðum upp í 18 m/s. Skiftandi skýrák og kavaælingur. Møguleiki fyri sólglottum av og á. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.