Ein ógvuslig og oyðileggjandi ódn hevur herjað í Mozambique og Zimbabwe um vikuskiftið. Ódnin, sum hevur fingið navnið Idai, kravdi 138 mannalív. Enn eru nógv fólk saknað.
Serliga er tað býurin Beira í Mozambique, sum er hart raktur - 90 prosent av býnum er oyðilagdur, sambært Reyða Krossi. Hetta verður roknað sum størsta náttúruvanlukka í Mozambique nakrantíð.
Í økinum Chimanimani í Zimbabwe, sum liggur avskorið frá umheiminum, hevur orkanin tikið bæði vegir, hús og brýr, og avleiðingin var eisini streymslit.