Tað var í 2019, at Føroya Rættur dømdi teir tríggjar, Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóra í Eik Banka, Frithleif Olsen, nevndarformann, og Odd Bjellvåg, næstformann í Eik Banka, at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi í kjalarvørrinum av húsaganginum hjá Eik Banka.
Teir góðtóku ikki dómin, sum teir kærdu til Landsrættin.
Og í morgun er málið fyri í Eystara Landsrætti. Málið er eitt »sivilt kærumál millum privatar partar«, sum tað stendur í skránni hjá 5. deild hjá Eystara Landsrætti. Mótparturin er Finasiel Stabilitet, sum er umboðað við Claus Juel Hansen, advokati.
Teir tríggir fyrrverandi Eik-menninir hava hvør sín advokat. Marner Jacobsen hevur Søren Lundsgaard, Frithleif Olsen hevur Inga Højgaard, og Odd Bjellvåg hevur Christian Andreasen sum advokat.
Landsrættardómarar eru Ole Græsbøll Olesen, Birgitte Grønborg Juul og Mikael Friis Rasmussen.
##med2##
Hóast teir tríggir føroysku bankamenninir vórðu dømdir í Føroya Rætti, so var talan bert um lutvísan sigur fyri Finansiel Stabilitet, tá teir tríggir vórðu dømdir at rinda 150 milliónir krónur í endurgjaldi. Tí rætturin avvísti pástandin um, at talan var um »ansvarspådragende tab« upp á 469 milliónir krónur.