Dokumentarsending um ORKA í donskum sjónvarpi

Sjónvarpssending um ORKA gongur í hesum døgum á DR1 og DR2. Sendingin er 2. partur av 4 í røðini ?Langt ude?, ið er um norðurlendsk listarfólk, ið velja at skapa list úti á bygd í staðin fyri at flyta til miðstaðarøkini.

 

ORKA fegnast um, at sendingin er vorðin væl móttikin í Danmark. DR hevur í samband við sendingina eisini gjørt eina undirvísingarheimasíðu um ORKA, www.dr.dk/Undervisning/Langtude/ <http://www.dr.dk/Undervisning/Langtude/)> , har ber til at síggja sendingina umframt at lesa og síggja annað tilfar um ORKA.