Norddok er heitið á einari nýggjari pulju á 10 milliónum, sum skal brúkast til film og sjónvarpsframleiðslu um Føroyar, Grønland og Danmark.
Endamálið við hesari verkætlanini er at styrkja kunnleikan um hvønn annan og geva hvørjum øðrum størri vitan um ríkisfelagsskapin. Hetta er ein avtala, sum er gjørd millum danska forsætisráðharran, løgmann og grønlendska landsstýrisformannin.
8 milliónir eru settar av á donsku fíggjarlógini umframt 2 milliónir frá licensavlopi, og pengarnir skulu brúkast í 2019 til at gera ein dokumentarfilm um tey trý londini í ríkisfelagsskapinum.
Føroyingar kunnu gera filmin
Tað er tað Danska Filmsinstituttið, sum skipar verkætlanina, og í hesum sambandi verður leitað eftir framleiðarum úr øllum ríkisfelagsskapinum.
- Vit eru áhugað í at fáa so nógvar umsøkjarar sum gjørligt, sigur Danska Filmsinstituttið við in.fo.
Umsøkjarar kunnu vera sjónvarpsframleiðarar og sjálvstøðugir framleiðarar úr Føroyum, Grønlandi ella Danmark. Um danir søkja, er tað krav, at umsøkjarin hevur ein grønlendskan ella føroyskan framleiðara aftrat sær.
Ein faklig redaktión verður sett saman við tveimum limum úr Føroyum, tveimum úr Grønlandi og einum úr Danmark. Hesi skulu taka støðu til innkomnu umsóknirnar.
Det Danske Filminstitut skipar puljuna og redaktiónina saman við fakligum starvsfólkum. Les meira um tilmelding HER.