Dollin var í fremstu røð í stríðnum móti Leopold kongi

Í hesum partinum verður greitt meira frá teirri fylking, sum reisti seg móti Leopold kongi í Belgia aftanfyri ferðina hjá Casement, har Dollin var ein lyklapersónur.

Grundarlagið er tað brævaskifti, sum vit hava fingið innlit í millum Morel og Dollan. Vit hava tó bert fingið hendur á tveimum brøvum, sum Dollin hevur skrivað, meðan vit hava fleiri frá Morel til Dollan, sum eisini vísa til brøv frá honum.

Aðrar keldur eru greinir, sum hava staðið í bretskum bløðum, eftir at Dollin er komin heim úr Congo, har hann meira ella minni er partur av greinini. Alt í alt gevur hetta eina so fullfíggjaða mynd av hesum partinum av virkseminum hjá Dollanum, sum tað kann fáast

5.partur

 

 

Morel var eitt framúr menniskja

 

Fyrst skal greiðast eitt sindur meira frá um Edmund Morel. Í triðja parti varð greitt frá, tá ið hann arbeiddi hjá skipafelagnum, sum sigldi millum Congo og Belgia. Her kom hann fram á, at ikki alt ruggaði rætt. Skipini komu heim við dýrari last, fyrst og fremst fílabein og gummi, meðan vøran, sum fór avstað aftur, var mest vápn og marglætisvørur til tey hvítu.

Morel nýtti allar sínar kreftir fygjandi árini at stríðast ímóti hesum viðurskiftum. Hetta var gjørt við bóka- og blaðútgávu umframt stórum fundarvirksemi bæði í Bretlandi og Amerika.

Tað var ótrúligt hvat maðurin avrikaði. Útgávan av The West Africa Mail fylti einsamøll upp til 1.000 síður árliga. Umframt skrivaði hann fleiri bøkur um Congo. Ein bók uppá 450 síður “King Leopolds Rule in Africa” kom út í 1904. Í 1906 kom bókin Red Rubber um gummiterrorin í Congo. Hon er týdd til norskt, og er júst komin út í 2. útgávu. Á norskum eitur hon Kongelig Slavelejr.

Morel var ein av teimum, sum var ímóti luttøkuni hjá Bretlandi í 1. heimsbardaga. Fyri hetta varð hann forfylgdur á tann mest smáliga mátan. Bretsk lóg bannaði bretum at senda antikrígstilfar uttanlands. Myndugleikarnir komu eftir, at Morel hevði sent ein av sínum bóklingum móti krígnum til vinir í Sveits. Fyri hetta sat hann undir ringum umstøðum í fongsli í 6 mánaðar. Hetta var eitt bakkast fyri heilsuna hjá honum, og hann var kolgráur, tá ið hann kom út aftur. Hann fekk eisini tá trupulleikar við hjartanum.

Men aftaná kríggið vendi fólkaeydnan. Hann fekk viðhald í sínum atfinningum at krígnum. Hann var eisini ímóti friðartreytunum, sum Týskland mátti geva seg undir, og sum meira ella minni førdi til 2. heimsbardaga. Hansara friðarætlan líktist nógv meira henni hjá amerikanska forsetanum Wilson. Men europeisku londini vildu hava hevnd! Hetta kom teimum dýrt at standa.

Í 1922 verður Morel valdur í Parlamentið fyri Labour, og hann vann móti sjálvum Winston Chrurchill. Hetta dámdi honum væl, tí Morel roknaði Churchill fyri at vera krígsgalnan.

Í 1924 fær Labour fyrstu ferð stjórnarvaldið í Bretlandi. Gamli vinurin hjá Morel, Ramsey Mc Donalds, verður forsætismálaráðharri. Øll væntaðu, at hann fór at gera Morel til uttanríkisráðharra, men hann tordi ikki! Morel var ov rættskaffin og støðufastur. Í staðin kom Morel í uppskoti at fáa friðarløn Nobels, men hon var ikki býtt út hetta ár. Hetta helt honum ikki frá at finnast at uttanríkispolitikkinum hjá síni egnu stjórn. Seinni sama ár doyði Morel av hjartaslag.

Sigast kann um teir tríggjar høvuðspersónarnar í hesu søgu, Danielsen, Morel og Casment, at teir hava líkst nógv. Teir stóðu fast uppá tað, teir hildu vera rætt, uttan mun til, hvat tað kostaði teimum.

Teir doyðu allir ungir sum úrslit av tí, teir trúu var rætt. Casement fór sum áður greitt frá uppí írska frælsisstríðið og varð hongdur í 1916, sama ár sum Dollin doyði.

 

 

 

------------------------------------------

 

 

 

Skuldi havt boðið pressuni við

 

 

 

Vit taka tilfarið til hesa grein í tí datorøð, sum tað kann staðfestast og fara so at gera viðmerkingar so hvørt. Tað sum stendur í parentes er eisini viðmerkingar.

 

Tað fyrsta er bræv, sum Morel skrivar til Dollan. Hetta er svar til Dollan, og vit mugu bert gita okkum til hansara bræv.

 

Morel skrivar 17.november 1903:

 

Mín góði harri,

 

Eg havi fingið tygara bræv frá 14 í h. við peningaflutningi 3 shillingar og 6 pensar. Eg havi í serligum brævbjálva sent eintakið av “West African Mail”, har brøvini hjá Mr. Week (trúboðari í Congo) eru prentað. Eg sendi eisini seinasta blaðið. Eg vil senda tygum fimm fylgjandi bløð, soleiðis sum tygum hava biðið um. Eg sendi eisini sum umbiðið 12 eintøk av (bókini) “Congo Trælastatinum” til tygara bústað í Glasgow.

Viðvíkjandi tygara kunning:

Eg havi sjálvandi tosað og skrivað við Dr. Grattan Guiness (leiðari í Balolo Missiónini) um tygara kunningartilfar. Mítt sjónarmið er, at uttan mun til stjórn ella ikki stjórn, eiga vit ikki at spilla meira tíð, áðrenn vit almannakunngera hetta tilfar. Eg haldi, at øll seinkan ger okkara sak verri. Eg havi sagt Dr Grattan Guiness frá hesum, men hvør maður má døma sjálvur.

Tað seinasta hugskotið er at úseta almannakunngerðina av tygara tilfari til januar, og at tað so samstundis verður prentað í blaðnum Regions Beyond (blaðið hjá Balolo missiónini) og The West African Mail (blaðið hjá Morel). Men eg havi heitt á Dr. Grattan Guinness um at lata meg fáa nakrar av tygara fotomyndum til taks áðrenn hesa tíð. Kanska kundu tygum skriva til hansara um hetta sama. Undir øllum umstøðum kunnu tygum senda honum eitt avrit av hesum brævi, um tygum vilja tað. Eg vóni, at allar myndir hava sína søgu. Annars vil tað geva okkara fíggindum møguleika fyri at sáa iva um tær.

Tygum nevndu, at tygum 7.og 8. í hesum mánaðinum (november 1903) talaðu fyri 4 ella 5.000 fólkum í Edinburgh. Eg vóni, at tað vildi verið møguligt (eg tosi við allari virðing) at geva tykkara trúboðarum kunning um, hvussu boðskapurin kann kom út til fólk. Hvør veit hvat tygum talaðu um til hesi 4-5000 fólkini? Ikki ein sál, uttan tey sum vóru til staðar.

Men um tygum høvdu umboð fyri fjølmiðlarnar til staðar, høvdu tygara orð verið endurgivin í øllum landinum. Tað, sum umræður, er at fáa slíkt í bløðini, so tað kann vekja ans millum fólk. Kemur slíkt ikki í bløðini, so koma fólk heldur ikki at varnast hesi viðurskifti. Tað ræður um, at tað verður gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at gera fólk var um hesi viðurskifti fyri at skapa eina fólksliga meining, sum kann stuðla okkara virksemi.

Um tygum kunnu geva mær ein samandrátt av tí, tygum søgdu fyri hesum 4-5000 fólkunum um vanstýrið í Congo, so skal eg prenta tað í mínum blaði. Og næstu ferð tygum tala, eiga tygum at hava umboð fyri fjølmiðlarnar til staðar. Tað, sum eg skrivi, her havi eg munnliga sagt við Dr. Grattan Guiness.

Hesin bardagin má vera kempaður við miðvísum og áhaldandi álopum. Tað ber ikki til at leypa á og so at fara at hugsa um, hvat næsta stigið skal vera. Áhaldandi at smekka til er einasti vegur at fasthalda áhugan hjá fólkinum.

Tað er óneyðugt at siga, at eg vil vera fegin og takksamur fyri alla kunning, ið tygum kunnu geva mær eina og hvørja tíð um hetta evnið, um tygum skriva frá Afrika ella Europa. Tygum vilja skilja, at sjálvsagt vil eg ikki ganga aftanfyri ryggin á Dr. Grattan Guinnes á nakran hátt. Tygum mugu ganga undir boðum hjá tygara formanni og vilja náttúrliga gera so. Men eg eri sannførdur um, at vit taka ta tíð sum skal til, men øll kunning skal kunngerast beinanvegin.

 

Tygara

E D Morel

 

Viðmerking

Bóklingurin, Morel vísir til, kallast “The Congo Slave State”, og hann kom út í 1903. Hann telur 112 síður og her verður fyri hvønn landspart í Congo sær greitt frá støðuni. Eisini er eitt yvirlit yvir inn- og útflutning hjá Congo, og her eru tøl sum vísa, at bert 20% av tí, sum varð útflutt til Congo, kundi koma fólkinum til góðar.

Eisini er í hesi bók ein frágreiðing frá orðaskiftinum í bretska parlamentinum tann 20. mai 1903 um Congo.

Tað er greitt, at Dollin hevur havt myndir heim við sær, sum hann sjálvur hevur tikið. Hann hevur jú eisini víst tær í Føroyum. Vit hava roynt at finna hesar myndir, men tað hevur ikki eydnast enn.

 

 

 

-------------------------

 

 

 

Meira um fotomyndirnar

 

Tann 26.november 1903 skrivar Morel aftur til Dollan:

 

Góði Mr. Danielson

 

Sum tygum vita hevur Guinnes lovað mær at fáa alt tygara tilfar, so tað samstundis kann verða almannakunngjørt í West African Mail og Regions Beyond, tá hann heldur, at tað skal kunngerast, so eg vóni, at tað ikki er nakar ivi um, at hetta verður gjørt. Hann segði eisini, at eg kundi nýta tygara fotomyndir. Um tygum koma framvið Liverpool onkran dagin, vóni eg, at tygum koma inn á gólvið.

Sjálvandi rokni eg við at tygum skilja meg. Eg meti, at tygara tilfar skal koma fram beinanvegin, serliga tí eg skilji, at Casement hevur sagt tygum, at hann einki hevur ímóti hesum.

 

 

----------------------------------------

 

 

 

Frásøgn frá fundi hjá Dollanum

 

Tað tykist sum at Dollin hevur tikið hetta við pressuni í álvara, og nú kemur ein frásøgn frá fundi hjá Dollanum. Hetta man helst vera frá umrødda fundinum í Edinburgh.

Greinin er í The Western Africa Mail tann 27. november, og er soljóðandi:

 

 

 

Fer Europa at vakna áðrenn tað er ov seint?

D. J. Danielson og Congo ræðuleikarnir.

 

“Hvør maður, kona og barn í gummiøkjunum er trælur.”

 

“Fara tey at drepa okkum øll, áðrenn tey fara avstað”

 

Serlig grein til West African Mail

 

Frá okkara korrespondenti

 

Harra D. J, Danielson, sum er knýttur at trúboðarafelagsskapinium Regions Beyond (tað sama sum Balolo) hevur seinastu tíðina havt eina røð av fyrilestrum í Edinburgh um evnið “vanstýrið í Congo”. Á einum fundi vóru 3.000 fólk sum lurtaðu eftir honum í Synod Hall í Edinburgh. Harra Danielson fordømdi harðliga ta kúging, sum verður framd móti teimum innføddu. Gummiídnaðurin, um tað kann kallast ídnaður, staðfesti Danielson, var skjótt við at beina fyri teimum innføddu, og kundi enda við fyribeining av teim ymsu fólkasløgunum í økinum. Hetta er ein frístatur av navni, men veruliga er hetta ein trælastatur.

 

Harra Danielson segði, at hann var júst komin heim úr Congo. Hann hevur í tvey ár búð inni í landinum í einum av gummiøkjunum, har ein belgisk fyritøka rekur sítt virksemi við mishandling av fólkinum við hjálp av almennum myndugleikum, og hesir arbeiða hond í hond. Danielson helt á at greiða frá, hvussu hann persónliga hevði sæð, hvussu fólkið var viðfarið. Hann hevur eisini nógvar ferðir lagt seg upp í millum og forða belgiarum og teirra handlangarum at gera seg inn á menn og kvinnur. Hann hevur myndir frá slíkum umstøðum, sum prógva hesa lamløsting, og sum er eitt úrslit av gummiídnaðinum.

Tað hevur verið sagt, at avkvettingin av hondunum á teimum innføddu var framd av hermonnum hjá congostatinum fyri, at teir kunnu fáa eins nógvar patrónir útflýggjaðar sum talið, teir lata inn av avhøgdum hondum. Men Danielson helt heldur, at endamálið eins væl var at ræða fólk, so tey kundu síggja, hvat ið væntaði teimum, um tey ikki komu við so mikið av gummi ella øðrum veitingum, sum hvíti maðurin ásetti.

 

Tikin gíðslar

 

Tað var eisini daglig sjón at síggja kvinnur tiknar sum gíðslar, bundnar í fleiri vikur, so tær ikki skulu hava møgulreika at sleppa til hús.

Mr Danielson vísti víðari á, at hvør maður, kvinna og barn í gummiøkjinum var hildin sum trælur á hægsta stigi. Fólkið hevði tað nógv betri, áðrenn Leopold nakrantíð fekk ræðið í landinum.

Rópini hjá teimum innføddu eru samb. Danielson: “Nær hava teir hvítu gummiinnnsavnararnir fingið nóg mikið av gummi? Nær eru teir nøgdir? Nær fara teir av landinum og lata okkum í frið? Fara tey at drepa okkum øll, áðrenn tey fara?”

 

Hetta vóru spurningar, segði Danielsen, sum ofta eru spurdir, men hvussu kunnu teir verða svaraðir.

Nógv innfødd, boðaði Danielson frá, bóðu meg, áðrenn eg fór haðani, at greiða góðum hvítum fólki í fjarum londum hvussu frá, hvussu ring støðan var hjá teimum. Og at biðja hesu um hjálp, so tey við Guds hjálp kunnu sleppa undan hesum harradømi.

 

Eg vil greiða øllum, eg kann, frá hesum ræðuliga trælahaldi, sum fer fram í Congostatinum. Um hetta ræðustýri heldur á leingi aftrat, vilja nógv øki vera púra manntóm.Tá fer Europa kanska at vakna. Men tá verður tað ov seint.

 

Moralsk og materielt forfall

 

Danielson endurtók, at forbannilsið aftan fyri alt hetta var gummiskatturin. Tey innføddu fortaldu honum ofta, at í gomlum døgum plagdu tey at hava eydnusamar dagar, hóast tað vóru dømi um kannibalismu, men síðan gummisavningin hevði tikið dyk á seg, høvdu tey ikki havt ein lukkuligan dag. Tey livdu í ússaligheit, trælahaldi og fátækradømi, sum aftur førdi til umfarssjúkur (her verður vist fyrst og fremst hugsað um deyðuligu sovisjúkuna). Eitt fátækt ússaligt fólk, sum eina ferð var so væl fyri.

 

Skyldurnar hjá Bretlandi

 

Vit prædika fyri fólki um Guds kærleika. Tey spyrja okkum: Hví loyvir Gud hesum monnum at fara so illa við okkum. Hví fríar Hann okkum ikki frá hesum illmennum. Hvussu kunnu vit svara slíkum sera viðkomandi spurningum? Má hetta land, sum Gud hevur gjørt so stórt, hjálpa hesum innføddu, sum eru so illa fyri. Fólkasløgini í Congo eru frálík fólk, men tey verða skerd og oyðiløgd.

 

 

--------------------------------------

 

 

 

Kanningarferðin hjá Casement konsuli

Hendan grein stendur í bretskum blaði 1.12.1903, sama dag sum Casement kemur til Bretlands.

Her verður sagt:

Frásagnirnar hjá West African Mail váttaðar

 

Ræðuligt misbrúk og lamløsting av fólki váttað

 

Tíðindamaðurin hjá Reuter skilir, at bretski konsulurin í Congo, R. Casement er liðugur við sína kanningarferð, sum stig vóru tikin til av bretsku stjórnini við tí endamáli at staðfesta viðurskiftini hjá fólki í ovara partinum av Congo.

Ferðin hjá konsulinum hevur vart í seks mánaðir, men serliga teir tveir seinastu mánaðirnar hava í ólukkumát víst umstøðurnar so væl, at tað ikki hevur verið neyðugt við fleiri kanningum.

Casement byrjaði sína ferð niðan eftir Congoánni seinast í juli. Hann hevur ferðast 1.600 kilometur eftir høvuðsánni við avstingarum inn eftir hjááunum, har hann hevur vitjað gummiøkini hjá (fyritøkunum) Abir og Lulanga. Hann fór síðan oman eftir ánni aftur og kom til strondina seinast í september. Hann er beint komin aftur til Onglands, og er við at gera eina frágreiðing til uttanríkisráðið.

Henda frágreiðing er enn loynilig. Men tað kann staðfestast at ferðin gav nógv av sær, og tað er komið nógv av kunning burtur úr viðvíkjandi misbrúki av fólkinum í Congo. Tað fer at koma til sjóndar, tá ið frágreiðingin kemur fram um tey ræðuligu viðurskifti, sum her eru. Her er grovasta trælahald, sum í heila tikið er til í dag.

Beint nú eru varrarnar á teimum, sum hava sæð hesi viðurskifti læstar, men ein eingilskmaður (hetta kann bert vera D. J. Danielsen), sum hevur verið við Casement á øllum túrinum dregur soleiðis saman um:

“Tað er tað mest ræðuliga trælahald, sum gongur fyri seg á hesum leiðum. Fólk verða mishandlað av myndugleikunum, og um einki verður gjørt skjótt, so verður tað ov seint.”

Frágreiðingin hjá Casment verður skjótt handað stjórnini, og tað verður ikki leingi, til innihaldið í henni verður tøkt.

 

Viðmerking

 

Henda grein er skrivað beint áðrenn Casement kemur til Bretlands. Keldan kann tí bert vera Dollin.

 

 

Dollin skrivar til Morel

 

Hesa tíðina býr Dollin í Burnbank Gardens í Glasgow. Hann skrivar 4. Desember 1903 soljóðandi bræv til Morel:

 

Góði Sir,

Eg havi beint fingið eitt bræv frá Mr. Casement. Hann heldur at tað er best, at mín bústaður ikki enn verður nevndur í samband við hesa ferðina í juli, august og september. Hetta má bíða inntil stjórnin hevur tikið stig í hesum máli.

So um tygum almannakunngera nakað av hesum tilfari, tak so burtur úr brotini, sum snúgva seg um sjálvan túrin. Consulin (Casement) sigur mær, at hann er fegin um at síggja Congogreinina í tygara blaði í seinastu viku. (Tað er helst greinin frá 1.12 1903.) Eg haldi, at vit hava fingið tikið Congotarvin við hornini hesa ferð.

Eg skal tosa í Edinburgh í Carubbers Close Mission tann 19. og í Synod Hall 20. hendan mánaðin. Eg fari eisini at vísa myndir av dreingjum við hondunum høgdum av.

Eg væntaði at frætta tíðindi úr Congo í seinasta posti, men einki var. Tað tykist, sum at menn eru ræddir fyri avleiðingunum, um teir siga sannleikan.

Eg hugsi, at vit trúboðarar kunnu gera lítið í sjálvum Congo, fyrr enn hetta trælahald er avtikið.

 

Vinarliga

D. J. Danielsen

 

Tað áhugaverda við hesum brævi er, at tað sæst, at Casement hevur sett seg í samband við Dollan beinanvegin, hann er komin heim úr Congo. Casement er komin tann 1.desember, og longu tann 4. skrivar Dollin til Morel, at hann hevur fingið bræv frá Casement. Samstundis merkist, at hann følir seg ikki heilt tryggan, tí skal bústaðurin ikki nevnast.

 

Her skal eisini greiðast eitt sindur frá Carubbers Close, har Daniel sigur í brævinum, at hann eisini skal tala.

Hetta er ein kristilig samkoma. Sum greitt varðð frá í 1. parti, var tað uttan iva her, at hann hitti Linu, sum hann giftist við eitt hálvt ár seinni.

Carubbers Close var stovnað í 1858. Navnið man vísa til gøtuna, har samkoman upprunaliga helt til. Í 1883 kemur kendi evangelisturin D.L.Moody til Edinburgh. Hann sær tørvin á einum nýggjum samkomuhúsi og fær savnað neyðugan pening til at byggja ein nýggjan sal. Hann legði eisini grundarsteinin til salin, sum enn er í High Street, ikki langt frá Princes Street.

 

Í 1990 er salurin fullkomiliga umbygdur. Her eru pláss fyri 300 fólkum, og tey eru 2-300, sum framvegis koma higar. Tann sum hevur hug at vita meira kann fara inn á heimasíðuna:

HYPERLINK "http://www.carrubbers.org" www.carrubbers.org

Her kann skoytast uppí, at Synod Hall, har Dollin helt sínar stóru fundir er ikki til longur.

 

Lagdur undir morð

 

Morel skrivar 4. des. 1903.

 

Góði Mr. Danielson

 

Eg takki fyri tygara bræv við útklippum, sum eg skal gera ein samandrátt burtur úr. Eg ynski, at tygum geva mær adressur hjá nøkrum fólkum har norðuri (í Bretlandi), sum tygum siga eru áhugað fyri Congomálinum. Eg vil tá senda teimum eintak av blaðnum, so tey kunnu gerast haldarar.

Eg havi ikki hoyrt nakað um eitt morðmál, sum tygum siga at staturin roynir at hanga uppí tygum.

 

Viðmerking

 

Hetta morðmálið hava vit ikki sæð nevnt aðra staðni. Men hetta hevur so verið ein partur av tí, sum Dollin hevur verið útsettur fyri. Hetta kann hava samband við málið, sum varð umrøtt í seimasta parti, har Dollin verður lagdur undir at fara illa við teimum innføddu.

 

 

Gummiræðið

 

Tann 11. desember 1903 er aftur grein í West African Mail:

 

Harra D. J. Danielsen, hvørs røðu í Edinburgh vit fyri kortum hava endurgivið, hevði í seinastu viku eina samrøðu við umboð fyri blaðið Daily Record and Mail í Glasgow, og her segði hann:

Tað er einki løgið í, segði harra Danielson, at trýstið á fólkið setur tað upp í móti statinum. Tað er gummimálið, sum er orsøkin til allar hesar trupulleikar. Eg eigi myndir av fólki, sum er lamløstað, og hvørs hendur eru kvettar av sum ávaring til onnur, sum ikki gera eitt nøktandi arbeiði fyri gummiagentarnar. Foreldrini hjá einum lamløstaðum innføddum mótmæltu hjá eini gummifyritøku, og tey fingu at vita, at um tey innføddu ikki arbeiddu betri, so vildi hetta verða gjørt aftur.

At taka kvinnur sum gíðslar er dagligur kostur, og tær verða bert settar leysar aftur, tá ið teirra menn ella vinir koma við teirri nøgd av gummi, sum kravd er av umboðsmonnum hjá fyritøkuni. Henda framferðin verður søgd at vera enn verri, enn hon, sum var nýtt av arabisku trælahandilsmonnunum, sum nú er hildin uppat. Og Leopold kongur boðaði enntá frá fyri 18 árum síðani, tá ið hann fekk ræði á Congo, sínum europeisku sameindu frá, at einasta mál hansara var at endurreisa moral og liviumstøður hjá fólkinum.

Spurningurin er, segði trúboðarin, hvussu hann hevur hildið síni lyfti.

Sum svar uppá fyrispurningum frá okkara blaðmanni, legði harra Danielson stóran dent á, at um hetta trælahald ikki verður steðgað, vil tíðin koma, tá fólkið í Frístatinum Congo verður fullkomiliga útruddað.

Á summum plássum, helt hann áfram, er hurðin afturlatin fyri trúboðarum. Men ein av treytunum, Leopold fekk fyri at fáa ræðið á Congo, var, at allir trúboðarar hjá øllum trúarbólkum skuldu hava frítt at prædika og ferðast í landinum. Nógva staðni í landinum hava eisini verið stig tikin til at forða innføddum at selja matvørur til trúboðarar, uttan at fyrst at hava fingið loyvi frá gummimonopolistum.

 

Ætlan um bókaútgávu

 

Morel skrivar tann 16. desember 1903 til Dollan:

 

“Góði harra Danielson

 

Eg havi skrivað fylgjandi bræv til Guinnes:

 

“Eg havi næstan gjørt fotomyndirnar liðnar til mína Congobók, sum eg vóni verður givin út um ikki so langa tíð eftir at almnena rapportin (hjá Casement) kemur út. Eg eri spentur at senda handritið við myndum áðrenn jól.

 

Hevði tað verið møguligt hjá tygum at strekt teg til longu nú at latið meg fingið eintak av teimum myndum, sum tygum ætla at almannakunngera í Regions Beyond, og sum tygum ætla at lána mær til West African Mail. Eg lovi sjálvandi, at hesar myndir, sum eg fái, skullu ikki koma fram nakrastaðni, áðrenn tær eru útkomnar í omanfyri nevndu bløðum. Eg vildi verið ótrúliga takksamur, um tygum vildu gjørt mær hendan beinan.”

 

Tygum skilja, at eg ætli ikki at kunngera myndirnar sjálvur. Eg ynski bert at senda tær við mínum manuskripti till hann, sum hjálpir mær við bókini. Hann ynskir at fáa alt áðrenn jól.”

 

Viðmerking.

Umrødda bók er helst “King Leopolds Rule in Africa”, sum kom út í 1904. Her eru myndir í, sum kunnu vera frá Dollanum.

 

 

Seinna brævið til Morel

 

Seinna brævið, sum vit hava frá Dollanum, er skrivað 22. Desember 1903. Tað er eisini sent úr Edinburg. Hann skrivar:

 

“Góði Mr. Morel

 

Sóu tygum í The Daily News tann 21. í h., at (belgisku) myndugleikarnir í Congo fara at senda eina kanningarnevnd til Congo?

Leiðari fyri hesi sera týðandi ferðini er Mayor Malfar, sum er settur sum ovasti embætismaður í Congo. Ein Mayor Malfar kom heim frá Congo, tá eg kom í byrjanini av oktober. Um hetta er tann sami persónur, so er hann einki verdur. Hann er ein gummisavnari og træladrívari eins og restin av almennu starvs- og handilsmonnum Spurningurin er, um hetta er sami maður?

Hetta er sum at senda ein kriminellan at kanna sína egnu søk, og tí skal koma til at fordøma seg sjálvan.

Hesin Malfar hevur verið inni í Congo eina tíð. Um hetta er tann sami persónur, skuldu heimurin fingið at vita um tað.

 

Tygara

D. J. Danielsen

 

Viðmerking

 

Eftir at Casement var komin heim gjørdu belgiarar sínar egnu kanningar. Endamálið var at fáa gjørt kanningarnar hjá Casement til einkis.

Okkara serfrøðingar kenna einki til mannin, sum Daniel J. Danielsen nevnir í hesum brævi. Hann kann hava verið í uppskoti, men er síðan sleptur, kanska eisini, tí menn sum Dollin hava gjørt vart við seg.

Men seinni í 1904 senda belgiarar eina sendinevnd til Congo, sum fylgir í fótasporunum hjá Casement. Men henda nevndin, sum skuldi gera Casement til einkis, kemur til júst somu niðurstøðu. Hetta mátti tó ikki koma fram í Belgia. Í fyrsta umfari kom fram bert ein sensurerað niðurstøða við ongum broddi. Sjálvar frágreiðingarnar vóru hildnar duldar heilt fram til okkara tíð, tá ið ein íðin belgiari, Jules Marchal, fekk tær fram í ljósið. Hansara áhugaverdu søgu fara vit at koma aftur til.

 

Leysir endar

 

Tað skal sigast, at tað eru nakrir leysir endar í hesum tilfari. Tað hevði verið nógv betri, um brøvini hjá Dollanum høvdu verið tøk, men tað eru tey so ikki.

Sambært teirri vitan, sum var um Dollan frammanundan hevði hann úr Congo skrivað til bretsku myndugleikarnar um støðuna í landinum. Hesi brøv fæst neyvan fatur í.

Tað kann væl vera, at tað liggur meira tilfar í skjalasavninum hjá Balolo missiónini í Edinburgh. Men har hava tey verið so illa mannað, at tað hevur ikki enn verið møguligt at leita í dýpdini. Men áðrenn henda søgan verður endað, fáa vit kanska høvi til sjálvir at kanna hetta skjalasavn, har okkurt meira helst er at finna.

Men hinvegin er so mikið komið fram, at frásøgnin sum heild gevur eina hampiliga fullfíggjaða lýsing av Dollanum.

 

 

 

 

Komandi partar

 

Tað verða tríggir partar afturat í hesi røð. Her verður fyrst og fremst greitt frá virkinum hjá Daniel J. Danielsen eftir, at hann er komin til Føroyar, og til hann doyr í 1916.

Føroyar eru við hesi greinarøð blivnar ein partur av søguni hjá Norðanlondum í Congo. Henni fara vit eisini at hava tilfar umframt annað áhugavert tilfar.