Norðlýsið skrivar í dag, at tað er ein møguleiki fyri, at fótbóltsdómararnir fara í verkfall undan 1. umfari í Effo-deidlini. Dómarafelagið og FSF hava ikki nakran sáttmála fyri kappingarárið 2016, og partarnir samráðast enn.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
- Eg ongar viðmerkingar til søgurnar um, at dómarar og hjálpardómarar fara í verkfall, um eingin sáttmáli er gjørdur áðrenn umfarið í vikuskiftinum, sigur Petur Reinert, formaður í dómarafelagnum, við Norðlýsið.
Keldur siga annars við In.fo, at tað er lítið sannlíkt at talan verður um verkfall. Spurningurin er so, um hetta er eitt ”bluff” frá dómarafelagnum dagin áðrenn Effo-deildin skal byrja?
In.fo hevur eisini verið í samband við Petur Reinert, sum stendur við, at hann ikki vil avsanna, at dómararnir eru sinnaðir at fara í verkfall. Formaðurin í dómarafelagnum vil ikki gera viðmekringar til sjálvt málið, men leggur tó afturat, at hann vónar at partarnir koma fram til eina loysn.
Norðlýsið skrivar, at talan er um ósemju um samsýningina, ið dómararnir fyri at døma ein dyst.