Dómur um hvítvask stendur við

Ákæruvaldið hevur avgjørt ikki at kæra ein dóm hjá Føroya rætti, og tí er dómurin nú endaligur.

Kringvarpið skrivar, at ein kvinna varð fríkend fyri ákæru um hvítvask, eftir at Føroya rættur kom fram til, at ákæruvaldið ikki hevði lyft próvbyrðuna.

 

Kvinnan varð steðgað á flogvøllinum í Vágum í juni 2024, tá hon var á veg til Danmarkar. Hon hevði 107.000 krónur uppi á sær – 47.000 krónur og 8.000 evrur.

 

Løgreglan metti, at pengarnir stavaðu frá ólógligum virksemi, men kvinnan noktaði seg seka.

 

Sambært Kringvarpinum hevur ákæruvaldið nú avgjørt ikki at fara víðari við málinum, og tí stendur frídømingin við.