Ameriknski forsetin, Donald Trump, og konan, Melania, eru bæði staðfest positiv við koronuvirus og fara í sóttarhald.
Tað skrivar Trump á Twitter í morgun okkara tíð.
– Í kvøld eru fyrstafrúan og eg staðfest positiv fyri covid-19. Vit fara í sóttarhald og koma fyri okkum aftur skjótast gjørligt.
– Vit koma ígjøgnm hetta saman, skrivar forsetin.
Fríggjanáttina kom fram, at ein av nærmastu ráðgevunum hjá Trump var staðfest positiv við koronuvirus. Tí var tann 74 ára gamli forsetin sjálvur kannaður. Og tann kanningin hevur altso víst seg at vera positiv.
Tann positivia koronakanningin kemur ein mánað fyri forsetavalið í USA, sum verður 3. november. Í valstríðnumhevur koronuvirus og handfaringin hjá forsetanum av útbrotinum, fylt nógv.
Tað var millum annað á skránni, tá Trump og demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, mikunáttina hittust til eitt forsetakjak.
Sean P. Conley, sum er lækni hjá Trump, hava almannakunngjørt eina váttan, eftir at Trump og Melania vórðu staðfest positiv.
– Forsetin og fyrstafrúan hava bæði tað gott nú, og tey ælta at vera heima í Hvítu Húsunum, meðan tey koma fyri seg aftur.
– Eg vænti, at forsetin kann halda fram við arbeiði sínum, meðan hann verður frískur.
Tað verður einki samgt um, hvørt hann hevur sjúkueyðkenni.
Fyrstafrúan Melania Trump skrivar á Twitter, at hon og forsetin »eins og nógvir aðrir amerikanarar í ár« eruy smittað við koronuvirus.
– Vit hava tað gott, og eg havi útsett allar komanadi avtalur, skriva rhon og heitir á fólk um at ansa sær.
– Vit koma øll í gjøgnum hetta saman.
Tann koronusmittaði ráðgevin er Hope Hicks, sum sambært tíðindastovuni Bloomberg millum annað hevur ferðst við forsetanum á flogfarinum Air Force One til og frá forsetakjakinum í Cleveland, Ohio, týsdagin.
Hicks var eisini við til verljarafundin hjá forsetanum mikudagin í Minesota. Hósdagin varð hon staðfest positiv.
Sambært Hvítu Húsunum royna tey loypandi at minka um smittuvandan fyri forsetan, tá hann er á ferð.
Trump sjálvur verður ofta kannaður fyri koronuvirus, og bæði starvsfólk í Hvítu Húsunum og fólk í fjølmiðlahópinum verða kannað dagliga.
Tað eri ikki fyrstu ferð fer, at ein ríkisleiðari er smittaður við koronuvirus.
Áður hava bæði brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, verið smittaðir við koronuvirus.
Virusið rakti 55 ára gamla Boris Johnson hart. Hann varð innlagdur og seinni fluttur á intensiva deild, áðrenn hann kom fyri seg aftur eftir sjúkuna.
/ritzau/