Donsk EM-hetja til Premier League

Premier League: Mikkel Damsgaard skoraði eitt dundur fríspark í hálvfinaluni móti Onglandi, nú skal hann spæla við Brentford

Mikkel Damsgaard hevur skift frá italska Sampdoria til Brentford í Premier League. Danski landsliðsspælarin vann seg í hjørtini á viðhaldsfólkunum við sínum góðu avrikum til EM-endaspælið, har krúnan á verkinum var eitt dundur frísparksmál móti Onglandi á Wembley í hálvfinaluni. Danmark kom tó ikki í finaluna.

 

Mikkel Damsgaard hevur síðani 2020 spælt við italska Sampdoria, men hevur ikki ordiliga sligið til í sermerktu troyggjuni hjá italsku meistarunum frá 1991. Nú hevur 22 ára gamli danskarin gjørt ein fimm ára sáttmála við Brentford.

 

Tað kemur ikki óvart á, at Mikkel Damsgaard, ella nakar annar danskur spælari, endar í Brentford. Felagið er tætt tilknýtt FC Midtjylland og hevur danska venjara í Thomas Frank. Liðið hevur eisini fleiri danskar spælarar í hópinum. Kendastur hevur nokk verið Christian Eriksen, sum tó er farin víðari til Manchester United.

 

Prísurin fyri Mikkel Damsgaard er áleið 150 milliónir krónur, skrivar millum annað bold.dk.

 

1Tottenham11004:13
2Bournemouth11002:03
3Arsenal11002:03
4Manchester City11002:03
5Newcastle11002:03
6Brighton11002:13
7Leeds11002:13
8Chelsea11001:03
9Brentford10102:21
10Fulham10102:21
11Leicester10102:21
12Liverpool10102:21
13Manchester United10011:20
14Wolves10011:20
15Everton10010:10
16Aston Villa10010:20
17Crystal Palace10010:20
18Nottingham Forest10010:20
19West Ham10010:20
20Southampton10011:40