Mitt í síðstu viku vóru síðstu dystirnir í UEFA-kappingini undan bólkaspælinum, og tí hevur verið bíðað við spenningi eftir lutakastinum til bólkaspælið, sum hevur verið fyrr í morgun.
Danska felagið hjá Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen, AaB, er eitt av liðunum í kappingini, og teir endaðu í einum torførum bólki. Hini liðini í bólkinum hjá AaB vóru Anderlecht, Tottenham, Hapoel Tel Aviv og Getafe, har Michael Laudrup er venjari.
Eitt annað danskt lið var eisini við í lutakastinum, og bólkurin hjá FCK gjørdist eisini torførur. Teir endaðu í bólki saman við Panathinaikos, Lokomotiv Moskva, Atletico Madrid og Aberdeen.
Bólkarnir sóu annars soleiðis út:
Bólkur A: AZ Alkmaar (Holland), Zenit St. Petersburg (Russland), Everton (England), Nurnberg (Týskland) og Larissa (Grikkaland)
Bólkur B: Panathinaikos (Grikkaland), Lokomotiv Moskva (Russland), Atletico Madrid (Spania), FC Keypmannahavn (Danmark) og Aberdeen (Skotland)
Bólkur C: Villareal (Spania), AEK Athen (Grikkaland), Fiorentina (Italia), Mlade Boleslav (Kekkia) og Elfsborg (Svøríki)
Bólkur D: Basel (Sveis), Hamburger SV (Týskland), Rennes (Frakland), D. Zagreb (Kroatia) og SK Brann (Noreg)
Bólkur E: Leverkusen (Týskland), Sparta Prag (Kekkia), Spartak Moskva (Russland), Toulouse (Frakland) og FC Zurich (Sveis)
Bólkur F: Bayern Munchen (Týskland), Bolton (England), Braga (Portugal), Reyða Stjørna (Serbia), Aris (Grikkaland)
Bólkur G: Anderlecht (Belgia), Tottenham (England), Getafe (Spania), Hapoel Tel Aviv (Ísrael) og AaB (Danmark)
Bólkur H: Bordeaux (Frakland), Austria Wien (Eysturríki), Galatasaray (Turkaland), Panionios (Grikkaland) og Helsingborg (Svøríki)