TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, Martin Lellek og ungdómsmennaran og venjaran hjá Kyndli, Jonas Dehn Andersen.
Martin Lellek og Jonas Dehn Andersen vóru gestir í sendingini SportBoxin á FM1.
Báðir teir donsku venjararnir hjá Kyndli stórtrívast í Føroyum. Teir halda, at fólk eru sera beinasom og fyrikomandi, og møta væl uppløgd til venjingarnar.
Um Okkara-deildina sigur Martin Lellek, at meðan Neistin, VÍF og H71 hava stórskjúttar sum Rasmus Søby, Filip Jojic og Peter Krogh, so má Kyndil fáa síni mál frá fleiri spælarum, men tað sær Martin Lellek eisini sum ein fyrimun, tí tá verða fleiri spælarar hjá mótstøðuliðunum at ansa eftir.
Martin Lellek staðfestir, at verjuspælið er betri enn álopsspælið hjá føroysku liðunum.
Jonas Dehn Andersen heldur, at tað eru nógv hondbóltstalent í Føroyum, men hann hevði ynskt, at tað vóru fleiri lið í oddastríðnum í nøkrum av teimum yngru deildunum.