Doris slapp at práta við sítt idol

Doris Griessner úr Eysturríki er eitt av mongu sjálvbodnu hjálparfólkunum á oyggjaleikunum á Álandi. Mikudagin slapp hon at tosa við sítt stóra idol, Jens Martin Knudsen

Oyggjaleikir

 

Nærum 1.300 sjálvboðin fólk hjálpa til á oyggjaleikunum. Talan er ikki bara um fólk frá Àlandi, men eisini um hjálparfólk, sum koma úr øðrum londum. Doris Griessner er komin úr Eysturríki, fyri at hjálpa til á oyggjaleikunum. Unga og fryntliga eysturríkska kvinnan lesur samfelagsfrøði, og skal skriva høvuðsuppgávu um oyggjasamfeløg. Tá hon hoyrdi um oyggjaleikirnar, var hon ikki í iva um, at hon skuldi melda seg til sum hjálparfólk. Tað fór samstundis at geva henni ein møguleika at møta fólki úr ymiskum oyggjum, og tað kann hon gagnnýta sum vitan til sína høvuðsuppgávu.

 

Jens Martin fjeppari

Í fjør heyst var Doris til eina listaframsýning á Leopold Museum í Wien. Talan var um eina serliga føroyska listaframsýning. Ein partur av listaframsýningini var, at dysturin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona á sinni, var sýndur í einum sjónvarpi, har ein kundi velja ímillum at hoyra tað eysturríksku ella tað føroysku frásøgnina. Tiltikna húgvan hjá Jens Martin Knudsen var eisini sýnd fram á listaframsýningini. Doris Griessner er ein stórur Jens Martin Knudsen fjeppari, og hevur eitt brennandi ynski um at sleppa at møta Jens Martini Knudsen. Mikudagin var Doris gestur í studionum hjá Rás2 í Mariehamn.

Hilmar Jan Hansen syrgdi fyri, at Jens Martin Knudsen kom á linjuni, og Doris fekk sítt lívs yvirraskilsi, tá hon slapp at tosa við Jens Martin. Hon var ovurfegin, og fortaldi vítt og breitt um stóru upplivingina hon hevði havt í studionum hjá Rás2. Fjølmiðlamenn úr øðrum oyggjum frætti um tað stuttligu hendingina, og teir høvdu tað sum ein part av sínum oyggjaleikafrásøgnum.

– Tit góvu mær eina ógloymandi uppliving, greiddi ein fegin Doris Griessner frá í beinleiðis sending á Rás2.