Doyði í varðhaldi

Fyrrverandi irakski forsætisráðharrin Mohammed Hamza al-Zubaidi er deyður í einari amerikanskari fangalegu. Sambært amerikanska hervaldinum doyði hann seinasta fríggjadag.

al-Zubaidi gjørdist forsætisráðharri í Irak aftan á Flógvakríggið í 1991. Tvey ár seinni bleiv hann koyrdur frá, men helt tó fram sum varaforsætisráðharri. Hann var millum teirra, sum skipaðu fyri hevndartiltøkunum ímóti shiamuslimunum, sum høvdu roynt at fella Saddam Hussein aftan á Flógvakríggið. Fleiri túsund shiamuslimar lótu lív í hevndartiltøkunum, og tí var al-Zubaidi eisini ímillum teir iraksku leiðararnar, sum amerikanararnir fóru at leita eftir, tá Saddam var rikin frá. Stutt eftir sjálvt kríggið varð hann tikin.

Tað er ikki greitt, hvar amerikanararnir hava havt hann sitandi fanga, og tað er heldur ikki greitt, hví hann doyði.