DR: Børn í Evangelist verða illa viðfarin

Børn verða útsett fyri harðskapi og sálarligum torturi í nýggjari trúarsamfeløgunum í Danmark. Tað førdi DR fram í sending í gjárkvøldið. DR1 setti í gjárkvøldið sjóneykuna á nýggjari trúðarsamfeløg í Danmark, og hvussu tey arbeiða. Ónevnd fólk greiddu frá ógvusligum hendingum, og serfrøðingar funnust at trúðarbólkunum fyri teirra arbeiðshátt.

 

Serliga vóru umstøðurnar á einari summarlegu hjá Faderhuset ógvusligar fyri børnini, sum vóru við, men eisini felagskapurin Evangelist, sum er virkin í Føroyum, stóð fyri skotum.

 

- Eg eri bangin fyri, at tey halda, at eg havi ein illan anda í mær, og so fara tey vaksnu at halda mær fast og rópa í høvdið á mær, segði ein ung genta um Evangelist.

 

Sálarfrøðingurin Hanne Hostrup heldur, at tað líkist torturi, tá ið børn verða útsett fyri slíkum ógvusligum hendingum.

 

Eftir sendingina hjá DR í gjárkvøldið hevur ein lokalpolitikari í Keypmannhavn meldað bæði Faderhuset og Evangelist til løgregluna fyi ágang ímóti børnum.

 

Høvuðsmaður í felagsskapinum Evangelist er Christian Hedegaard. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið møtirøðir, og hann kemur aftur til Føroya at vitja í næsta mánaði.

 

Christian Hedegaard hevur ikki viljað úttalað seg til danskar fjølmiðlar, men Rás2 tosar í tíðindunum kl. 17.00 við prædikumannin. Spurt verður millum annað, um børn verða útsett fyri harðskapi og torturi í Evangelist, og um føroyingar skulu vera tryggir við at fáa Evangelist aftur á vitjan í apríl.