Dr. Jacobsensgøta í Havn í 1956

Í sambandi við at Birgar Johannessen leitar fram gamlar havnarmyndir, kemur hann ofta fram á nógvar góðar myndir, sum t.d. hendan, ið er tikin í Dr. Jacobsensgøtu í 1956

Húsini vinstrumegin í gøtuni eru f.v. tey hjá Magnus S. Simonsen, síðan eru húsini hjá Niels Juul Nielsen, ið her verða lyft eina hædd upp, síðan kemur Keypssamtøkan og Talvhúsið kemur undan.

Høgrumegin á myndini eru húsini, har danin Einar Storr byrjaði við heilsølu í 1956.

Bilurin er ein Ford Fairlane hjá Johannes Berg, Fø 130, grønur við hvítum taki.


Mynd Føroya Fornminnissavn