Dráttur-KÍF 3-2 (14-25, 32-30, 25-22, 22-25, 15-8): Tungur dráttur hjá Drátti

Sum væntandi var, gjørdist tað tungt hjá Drátti at draga sær ein sigur í land ímóti KÍF. Men tað gekk at enda.

Sunnudagin var KÍF á vitjan hjá Drátti á Giljanesi, og tað gjørdist akkurát líka javnt og spennandi, sum væntast kundi frammanunda. KÍF, sum er næstniðast, hevur fyrr í vetur víst tenn ímóti fremru liðunum og eitt nú vunnið á greipuvinnarunum úr SÍ.

At hetta kundi gerast ein tungt dráttur hjá Drátti, sum roynir at sleppa fram í kappingina um silvur og bronsu, kom til sjóndar beinanvegin, tí í fyrsta settinum sópaði KÍF alla mótstøðu til viks og vann stórt.

Men Dráttur skuldi og vildi sleppa inn í dystin, og tí gjørdist annað sett tann mest spennandi og dramatiska løtan í dystinum. Hvørgin parturin vildi sleppa settinum, sum Dráttur tó at enda fekk avgjørt til endaligan fyrimun, heili 32-30!

Dráttur tók sjálvsálitið við sær til triðja sett, sum var vunnið tepurt við trimum stigum, men í fjórða setti svaraði KÍF aftur við at vinna somuleiðis við trimum stigum, so tí mátti eitt fimta og avgerandi sett til.

Her eydnaðist Drátti, sum hevði byrjað tey bæði undanfarnu settini betur, at halda fram við tí, og tað rakk so til 15-8 og sigur í dystinum, ið tað var so umráðandi hjá Drátti at vinna, nú kappingin í endaspurtinum herðist.