Dráttur og Mjølnir í finaluna

Steypafinalan í flogbólti hjá kvinnum verður aftur í ár millum Drátt og Mjølnir.

Hetta gjørdist greitt, tá Mjølnir kvinnurnar í dag vunnu trygt á TB í finaludystinum í Mjølnir-kappingini.

Frammanundan hevði Dráttur tryggjað sær atgongd til finaluna við at vinna Fleyr-kappingina, sum varð hildin í heyst.