Tað gjørdi Eystari Landsrættur av í dag.
Her varð ein 47 ára gamal rørleggjari úr Slangerup-økinum í Danmark dømdur tíggju dagbøtur uppá 500 krónur fyri eina viðmerking á Facebook, sum varð móti einum dragtiltaki.
"Pædofili i børnehøjde..." var hansara viðmerking til eina grein aftur á vári 2023.
Teir tríggir landsrættardómararnir og teir tríggir leikdómararnir vóru samdir um, at sonevnda rasismuparagraffin varð brotin, tí hon millum annað eisini fevnir um háðan av fólki vegna teirra kynsliga úttrykk.
– Tað rakar rætt í fyrireikandi arbeiðinum í mun til kynsúttrykk, segði rættarformaðurin Martin Hall við dómin.
/Ritzau/










