Sig tað nóg ofta og tú trýrt

Soleiðis kann eisini skapast ein sannleiki. At siga nakað, ið ikki er satt nóg ofta, inntil onkur trýr tí. Tað sær út til at eydnast væl hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu við góðari hjálp frá okkara almenna tíðindastovni Kringvarp Føroya.

Áðrenn eg bleiv politikkari, havi eg altíð havt stórt álit á KVF. Eftir at uppliva handfaring teirra í miðlingini um eitt vegarbeiði í Kaldbak, hevur hetta álit fingið eitt skot fyri bógvin. 

Tá ið Kringvarpið ikki fekk fatur á mær til sjónvarpsinnslagið mánadagin 4. mai, upplýsa teir fyri øllum Føroya fólki, at eg hevði onga viðmerking.

Á býráðsfundinum hósdagin 30. apríl kemur alt fram í málinum. Men KVF klippur tað eg segði til at hava tann øvugta týdningin, soleiðis at sakførarin tey høvdu fingið inn í sjónvarpsstovuna, skuldi siga júst tað, ið tey ætlaðu. Tað sum sakførarin Jógvan Páll Lassen førdi fram var eisini rætt, men um støðan var tann, ið KVF bar fram. 

Støðan var IKKI soleiðis, sum KVF førdi fram í sjónvarpstíðindunum mánadagin, hon var so skeiv, at tað var ÓSATT. 

Kringvarpið er gjørt varugt við feilin. Men ongin áhugi er at rætta inn og lýsa málið sum tað er. 

Orsaka einum óskyldugum áhaldandi álti til KVF, havi eg trúð at fólk síggja feilin sjálvi. Og valdi ikki at gera viðmerkingar til málið útyvir býráðsfundin. Vit eru fólkavald og skula tola nógv, men at verða hongdur út soleiðis, har gongur markið. 

Eg fari at koma við fylgjandi rættleiðingum ið eru bygd á fakta! 

Vegarbeiði í Kaldbak, snýr seg um at breiðka og betra veglongd uttan fyri nýggju høllina í Kaldbak. Eitt arbeiði kommunan hevur ætlað sær at gjørt síðan 2022. Peningurin á 1,5 mió var settur av, men fluttur hvørt ár, tí arbeiðið bleiv ikki sett í gongd. 

Eg fór inn í politikk fyri at royna at skapa úrslit og geva serliga útjaðaranum í kommununi eina framfýsna orku, sum eg meti meg sjálvan hava til endamálið.

Tí fór eg sum formaður inn, raðfesti hesa íløguna, soleiðis at kaldbaksfólk nú skuldu fáa hetta, ið bíðað hevur verið eftir í so nógv ár. 

Fyri at fáa hetta gjørt gav eg fyrisitingini boð um at fyrireika málið til teknisku nevnd at taka sína endaligu støðu til. Boðini vóru at har var ikki orka at gera arbeiðið. Tekniska nevnd gav boð um at bjóða arbeiðið út. Lisitatiónslógin er galdandi, men vit løgdu tyngd í tíðarætlanina í útbjóðingartilfarið. Tað framgongur eisini greitt í teksinum.

Í útbjóðingartilfarinum stendur greitt (beinleiðis endurgeving): 

“Tað er umráðandi at arbeiði er gjølla planlagt og verður gjørt samanhangandi, soleiðis at arbeiðið á staðnum ikki tekur longri tíð enn neyðugt...... Arbeiðið skal byrja mars/apríl, og tíðarætlan skal leggjast hjá, saman við tilboðnum”.

Á nevndarfundinum í teknisku nevnd mánadagin 9. mars fingu vit upplýst, at tvey tilboð vóru komin inn, har tann eini ikki hevði nakra tíðarætlan. Hesin fall tí uttan fyri ásettu treytir, og var hin eini eftir, ið uppfylti allar treytir í útbjóðingartilfarinum. Í samráðingunum við hann fingu vit enn tá arbeiðstíðina enn meira stytta uttan eyka kostnað. Her frá er arbeiðið avgreitt í teknisku nevnd. 

27. mars undirskrivar fyrisitingin sáttmála við arbeiðstakaran og arbeiðið fer í gongd. 

Eftir hetta fái eg fleiri teldupostar frá borgarstjóranum. Fyrst við spurningum til sjálvt málið. Eg sendi henni svar. Tá ið eg so fái aftursvar er tónin ákærandi og hóttandi.

Borgarstjórin hevur brúkt nógva orku at siga, at vit høvdu góðtikið eitt tilboð uttan fyri játtanarkarmin á 1,5 mió. Hetta er heldur ikki rætt. Tí ein fyrisitingar feilur er orsøkin til so er. Borgarstjórin samráddist við Annfinn Brekkstein um hansara atkvøðu, tá ið fíggjarætlan 2026 var til viðgerðar hósdagin 20. nov. 2025. Samráðingarnar komu á mál, ið merkti hesar broytingar. Pengar skuldu leggjast afturat tveimum arbeiðum, 500.000,00 til eitt vegarbeiði á Gerðisvegi á Velbastað og 500.000,00 til vegarbeiði uttan fyri høllina í Kaldbak. 

Hesar broytingar skrivaði eg, sum formaður í teknisku nevnd niður, tíbetur, tað vísur seg at ongin annar hevði gjørt tað, og tí hvarv hendan avtalan, ið borgarstjórin gjørdi við ein annan býráðslim. 

Eg vísti borgarstjóran á, at tær 60.000,- ið var farið útum tær 1,5 mió kr., var ikki rætt, tí vit høvdu 500.000,00 til verkætlanina afturat, sum alt býráðið samtykti 20. nov. 2025. So ávísingin um hetta fyrisitingarmistakið kom longu tá frá mær. 

Ikki fyrr enn á býráðsfundinum hósdagin 30. apríl váttar borgarstjórin, at so er, men at tað vóru fleiri, ið høvdu gjørt vart við hetta. Hetta er heldur ikki satt, tí hon trúði mær ikki, sjálvt tá ið eg orðarætt endurgav orðini hjá Annfinn Brekkstein frá 20. nov. 2025. Hinvegin hevði hon lurtað eftir mær beinanvegin, so var ongin ósemja og onki rok. 

Tað er ein fyrisitingarstjóri og ein leiðari, ið hava undirskrivað sáttmálan við arbeiðstakaran. Tí er tað ein fyrisitingarfeilur um talan er um, at undirskrivað er ov skjótt. 

Ovasti fyrisitingarleiðari er borgarstjórin sjálvur. 

Niðurstøðan hevur verið at finna onkran annan at flyta ábyrgdina yvir á.

Tekniska nevnd hevur tikið rættar avgerðir í málinum útfrá teimum upplýsingum, ið er givið okkum.

Politikkarin skal tola meira enn vanliga fólkið, men at verða hongdur út soleiðis av ovasta samgongulimi og okkara almenna tíðindastovni, har gongur markið. 

 

Bergur Robert Dam Jensen

Formaður í Tekniskunevnd 

Í Tórshavnar Býráð