Sjúkurakta ferðamannaskipið hevur vitjað í Føroyum

Í september 2024 vitjaði skipið í Vági

Ferðamannaskipið  MV Hondius, sum hevur biðið um hjálp, tí sjúka herjar umborð, og onkur hevur latið lív, hevur vitjað í Føroyum.

 

Talan er um Hantavirus og koronusmittu, ið eru staðfest umborð.

 

Ferðamannaskipið MV "Hondius" liggur fyri akker út fyri Kap Verde oyggjabólkinum í Atlantshavinum, men fer í næstum at seta kós móti Kanarisku oyggjunum, sum hoyra til Spania.

 

Í september 2024 vitjaði skipið í Føroyum. Tá vitjaði skipið í Vági, har myndin omanfyri er tikin.

 

Les eisini: Spania tekur ímóti skipi við smittaðum ferðafólki

 

Les eisini: Ferðafólkaskip vitjar Vág