Lærarar hava aðalfund leygardagin

Tríggir gestarøðarar flyta fram røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin

Myndin er frá aðalfundinum 2024. Ólavur Frederiksen hevur tikið.

Skúlablaðið:

 

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður leygardagin komandi, 9. mai. Tríggir gestarøðarar flyta fram røðu, og Veðurlagsvirðislønin verður handað á sjeynda sinni.

 

Útivið 300 lærarar hava boðað frá, at teir vera við á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin. Gestarøðararnir á aðalfundinum verða Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum, og Rúna í Skála og Hans Harryson, námslektarar á Námsvísindadeildin. Yvirskriftin á røðuni hjá Rúnu og Hans er Námsfrøðilig teinkipausa – eitt sindur um lærarastarvið í dag og eftirútbúgvingarmøguleikar í framtíðini.

 

Eftir middag verður Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags handað. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handar veðurlagsvirðislønina.

 

Tveir nevndarlimir standa fyri vali; teir eru Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum og lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari í skúlanum á Argjahamri. Báðir stilla upp, og av tí at eingi onnur stilla upp, eru teir afturvaldir. Á aðalfundinum skal ein fyrri tiltakslimur og ein seinni tiltakslimur veljast til nevndina.

 

Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.

 

Myndin er frá aðalfundinum 2024. Ólavur Frederiksen hevur tikið.