Tað skrivar Havstovan.
Tá Jákup Sverri var til yvirlitstroling á Føroyabanka í vár, varð ein heldur forvitnisligur fongur funnin í einum toskamaga. Talan var um ein sjófugl, allarhelst lomviga. Allur fuglurin varð funnin í maganum, og hann var væl sodnaður, so lítil ivi er um, at hann varð tikin heilur sum føði.
Lomvigin er frálíkur kavari. Tað er ikki óvanligt, at hann søkir sær føði á 30 til 100 metra dýpi, og skrásett eru eisini dømi, har hann kavar heilt niður á 180-200 metrar. Tískil er ikki ósannlíkt, at fuglurin er etin livandi, hóast tað sjálvandi eisini kann hugsast, at hann er tikin deyður.
##med2##
##med3##
Havstovan hevur ikki áður skrásett heilan fugl í fiskamaga á yvirlitstrolingum, men hevur tó fingið fráboðanir frá sjófólki við slíkum eygleiðingum. Fyri nøkrum árum síðani vóru videokanningar gjørdar inni við land, í sambandi við verkætlanina “Nebbasild og toskur á innaru leiðum”. Har varð eitt videobrot fingið av toski, sum leggur eftir einum æðubliki. Videobrotið sæst niðanfyri:
##med4##












