Marius Borg Høiby sleppur ikki at sita restina av síni varðhaldsfongsling við fótleinku í einum húsi á bústaðnum Skaugum, har norsku krúnprinsahjúnini búgva.
Tað varð avgjørt á rættarfundi í dag, skrivar norska tíðindastovan NTB.
Mánadagin kom fram, at Høiby hevur søkt um loyvi at sita varðhaldsfongslingina við fótleinkju.
Áheitanin var um, at varðhaldsfongslingin skuldi sitast heima hjá krúnprinsahjúnunum.
Tað váttaði Rene Ibsen, ein av trimum verjanum hjá Høiby, fyri norska miðlinum Nettavisen mánadagin.
– Hann hevur ikki longur heimið í Frogner (øki í Oslo, red.) so vit máttu finna eina aðra loysn fyri, hvar hann skuldi búgva. Húsið, sum hann hevði í Skaugum, er tómt, so tað var natúrligt, at hann kundi flyta aftur hagar, sigur Rene Ibsen við fjølmiðlarnar.
Men rætturin helt ikki, at nøkur orsøk var til tað.
Hans Førde dómari brúkti góðar tíggju minuttir at leggja sína avgerð fram, eftir at Høiby sjálvur, verjin hjá honum Rene Ibsen og løgregluadvokaturin Oda Karterud høvdu lagt fram síni grundgeving í rættinum.
– Tað er einki, sum bendir á, at vandin endurtøku var munandi minkaður, segði dómarin í býarrættinum í Oslo mikudagin, sambært NTB.
Høiby valdi at biðja um tíð at umhugsa, um hann fór at kæra avgerðina.
– Vit eru vónbrotin av bæði innihaldinum í avgerðini og handfaringina av málinum, segði verjin hjá Høiby, René Ibsen, við pressuna eftir avgerðina, sambært NTB.
Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, varð varðhaldsfongslaður 2. februar, dagin fyri, at rættarmálið byrjaði.
Hetta hendi, eftir at hann varð handtikin fyri álop, hóttanir við knívi og brot á forboð.
Høiby hevur síðani verið varðhaldsfongslaður í fongslinum í Oslo.
Hann søkti um leyslating í mars, men tað eydnaðist ikki.
Rætturin grundgav fyri avgerðini við at siga, at vandi var fyri, at hann fór at fremja nýggj brotsverk, meðan hann var leysur.
Seinasti rættardagur í málinum var í mars. Dómurin kemur væntandi í juni.
/Ritzau/










