Fríggjadagin 8. mai klokkan 14 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu.
- Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð.
- Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar. Aftaná verður kaffi og søtt at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.










