Vit tjóvstarta We Need Art

Og tað er ikki við einum tilvildarligum navni. Hetta er okkara egni føroyski darling Janus á Húsagarði.

Tað sigur Hergeir Staksberg, sum er stigtakarin til tiltakið We Need Art.

 

– Tú kennir helst legendarisku ólavsøkuplakatirnar, trøllini, fuglarnar, fiskarnar og allar teir festligu figurarnar.

 

Tað er okkurt deiliga fjálgt og menniskjaligt við listini hjá Janusi.

 

Hon fær teg at steðga á og kanna allar tær smáu detaljurnar.

 

Hon fær teg at trekkja upp á smílibondini.

 

Lesið eisini: Í juni byrjar nakað, tú ikki kanst skrolla framvið

 

Og minnast til, at hugflogið framvegis er á lívi.

Við sínum positiva og smittandi universi hevur Janus longu blást lív í fleiri veggir kring landið. Og nú verður næsti veggurin partur av We Need Art.

Vit gleða okkum sum smábørn at deila verkið við tykkum.

Mynd: Gwenael