Einans eitt mál á skránni á tingfundi í dag

Á tingfundinum í dag er bara framløga á skránni.

Vanliga er framløga síðsta mál á skránni á øllum tingfundum, tí tá kunnu mál leggjast fram, sum annaðhvørt landsstýrisfólk ella tingfólk leggja fyri tingið.

Men av og á er tingfundur, har einans framløga er á skránni.

Tá møta ógvuliga fá tingfólk, tí tað einasta, sum hendir, er at løgtingsformaðurin lesur upp, hvørji mál eru løgd fyri tingið. Harvið eru tey klár til 1. viðgerð í Løgtinginum.

Nú fer at nærkast, at tingið fer í summarfrí, og tí eru tað helst mál, sum landsstýrið ætlar skulu fyri tingið og samtykkjast áðrenn summarfrí, sum sambært tingskránni verður 19. mai.

Tingárið endar á ólavsøku, tá nýggja tingárið byrjar. Men sjálvt um Løgtingið er farið í summarfrí 19. mai, so ber altíð til at kalla tingið saman, um eitthvørt er áfatt.