Fleiri tiknir gíslar í bankarán í Týsklandi

Týska løgreglan varð umleið klokkan 9 í morgun ávarað um eitt bankarán við gíslatøku.

Eitt stórt øki varð avbyrgt í morgun eftir eitt bankarán í týska býnum Sinzig. (Savnsmynd) - Mynd: Michaela Stache/Ritzau Scanpix

Fleiri fólk vórðu tikin sum gíslar í einum bankarán í Vesturtýsklandi fríggjadagin.

Tað boðar lokala løgreglan frá, sambært tíðindastovuni Reuters.

– Í løtuni verður hildið, at fleiri gerningsmenn og gíslar eru inni í bankanum, sigur løgreglan í eini fráboðan, og leggur afturat, at støðan í løtuni er "støðug".

Har stendur eisini, at umfatandi virksemi er sett í verk og eitt stórt øki er avbyrgt.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nógvir gerningsmenn og gíslar eru inni í bankanum.

Hendingin fór fram í býnum Sinzig, sum liggur í statinum Rheinland-Pfalz.

Løgreglan sigur, at eingin vandi er fyri almenninginum uttan fyri avbyrgda økið. Ávaringin varð givin umleið klokkan 9:00 a.m.

 

/Ritzau/

 

Eitt stórt øki varð avbyrgt í morgun eftir eitt bankarán í týska býnum Sinzig. (Savnsmynd) - Mynd: Michaela Stache/Ritzau Scanpix