Dragshow
Enn eitt stórt tiltak verður í Platform í vikuskiftinum. Eydnast hevur at stápla Føroya fyrsta dragshow uppá beinini.
Teir báðir, Nikolaj Møller og Richard Nielsen, frá sendingini "Baren", ið TV3 sendi síðsta vetur, ferðast í løtuni runt í Danmark við einum "comedy dragshow", sum ongantíð áður er sætt av mannaeygum.
Rátt og gott undirhald verður á skránni. Meiningin er, at áskoðararnir skulu fáa reyð oyru og ilt í búkin av grin.
Sagt verður, at hetta er showið, sum tú MÁST síggja. Ímynda tær Nikolaj og Richard í eini playbunny svimjidrakt ella í reingerðingarkittli. Hetta verður kallað tað stóra Lokumshowið!
Aftaná framførsluna verður møguleiki at møta teimum báðum í barrini, har teir vera gestabarrvørðar. Teir verða eisini at hitta í barrini í Platform leygarkvøldið.
Nikolaj Møller og Richard Nielsen frá "Baren" hava Føroya fyrsta dragshow í Platform í vikuskiftinum.