Drakula gongur aftur

Fyrsta skaldsøgan hjá Elisabeth Kostova, Historikeren, gjørdi tað bragd, at bókin á sjálvum útgávudegnum yvirtók fyrsta plássið hjá Da Vinci Mysteriet á metseljaralistanum hjá New York Times. Men tað er nú ikki tað, sum ger bókina mest forvitnisliga

Elisabeth Kostova, Historikeren,
Gads forlag, 2005

Heldur eru tað spurningarnir, hon setur sær, longu áðrenn søgan byrjar. Hvat hevur søgnin um Vlad Spidderen, tann søguliga Drakula, við 20. øld at gera? Og hví hava søgufrøðingar gjøgnum tíðirnar vága sítt umdømi, skil og enntá lív fyri at finna svarið?
Tá dóttir ein søgufrøðing sneytar á hillunum hjá pápanum, finnur hon eina støvuta bók við einum træskuri av einum dreka á permuni. Í munninum hevur drekin eitt merki við ræðsluvekjandi orðinum: DRAKULYA. Allar síðurnar í bókin eru blankar, men inn ímillum tær liggja nøkur óunnilig brøv, stílað til: Mín kæra og ólukkuliga eftirmann &
Hetta noyðir søgufrøðingin at fortelja dóttrini sítt djúpasta loyndarmál, og saman fara tey nú á eina frásøguferð gjøgnum tað gamla Europa og Balkan fyri at enda tað, søgufrøðingurin ongantíð megnaði einsamallur  at finna sannleikan um fortíðarinnar navnframasta og ræðuligasta valdsharra, Drakula greiva.
Elisabeth Kostova er útbúgvin bókmentafrøðingur. Hendan fyrsta skaldsøgan er hæddarpunktið av meir enn 10 ára kanningararbeiði og einum heilum lívi av heilaspuna um tær søgurnar, hon sum barn hoyrdi um tann ræðuliga Drakula.