talv
Talvsamband Føroya skipaði fyri FM-finalu í talvi fyri ung leygardagin 27. november 2004. FM kappingin varð hildin í Argja skúla og kundu karmarnir rundanum kappingina harvið ikki verið betri.
Telvararnir í finaluni høvdu kvalifiserað seg í undankappingum sum verið hava í Miðvági og á Oyrarbakka í november mánað. Tilsamans luttøku 34 telvarar í finaluni.
FM - kappingin er skipað í 5 aldursbólkum:
bólkurárlutakarar
A - bólkur: Aldursbólkur 17-19 ár4
B - bólkur: Aldursbólkur 15-16 ár 6
C - bólkur: Aldursbólkur 13-14 ár8
D - bólkur: Aldursbólkur 11-12 ár8
E - bólkur: Telvarar 10 ár og yngri.8
Í finaluni telva allir í móti hvørjum øðrum - t.v.s. 7 umfør fyri teir størstu bólkarnar. Umhugsunar-tíðin var 1/2 tími í part til hvør talvið.
Umframt at gerast føroyameistari í sínum aldursbólki, luttekur viðkomandi í Norðurlandameistara-skapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Oslo í Noregi í februar mánað 2005. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina.
Finalan gjørdist sera spennandi og intens í fleiri av bólkunum. Í ikki færri enn 3 av 5 aldursbólkum stóð á jøvnum í stigum tá vanliga kappingin var telvd og tískil var neyðugt við umtalvum til tess at staðfesta hvør skuldi umboða Føroyar við NM og enntá fyri B - bólkin - hvør skuldi gerast Føroyameistari.
A - bólkur: Aldursbólkur 17-19 ár
Greiði favoritturin í finaluni, Olaf Berg, vann ikki óvæntað kappingina í bólkinum. Telvað vórðu 6 talv og fekk hann 5 stig. Við hesum tryggjaði hann sær samstundis luttøku til NM-kappingina. Olaf hevur luttikið í NM í fleiri umførum og vunnið heiðursmerki til Føroyar.
Spenningurin var stórur, hvør av hinum - javntsterku - telvarunum í bólkinum gjørdist nr. 2 og harvið eisini luttekur í NM. Sjúrður Thorsteinsson legði støðið undir einari, fyri hansara viðkomandi, góðari kapping, tá hann megnaði at vinna á Olafi í øðrum umfari og tá avtornaði hevði hann vunnið NM-plássið sannførandi. Hetta er á fyrsta sinni, at Sjúrður luttekur í NM kapping.
NrTelvariStig
1Olaf Berg (HT)5
2Sjúrður Thorsteinsson (VT)4
3Rani Baldursson (KTF)2
4Jákup D. Joensen (HT)1
B - bólkur: Aldursbólkur 15-16 ár
Føroyameistari 2004 í B-bólkinum gjørdist, eins og í 2003, Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag sum hevði staðið seg væl í undankappingunum luttók ikki í finaluni og tískil var spenningurin stórur, hvør mundi fáa annað NM plássið. Tá kappingin var telvd stóð á jøvnum ímillum Jón Gregersen, Henry Berg og Inga W. Joensen og drúgva umdystin vann Jón Gregersen við 3,5 stigum, meðan Henry Berg fekk 1,5 stig og Ingi W. Joensen 1 stig. Harvið hevði Henry Berg úr Havnar Telvingarfelag vunnið sær NM plássið. Spennandi telvari, sum ikki áður hevur roynt seg í hesum høpinum.
1Jón Gregersen (ST)4
2Henry Berg (HT)4
3Ingi W. Joensen (MT)4
4Arnhold Simonsen (HT)2
5Dávur Johannesen (Rókur)1
6Andrias Simonsen (HT)0
C - bólkur: Aldursbólkur 13-14 ár
Føroyameistari 2004 í C-bólkinum gjørdist Helgi Dam Ziska. Helgi telvdi undankappingar og finalu uttan at tapa eitt einasta talv. Tá kappingin var telvd, stóð á jøvnum um 2. plássið og harvið NM plássið, ímillum Rógva Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag og Margar Berg úr Havnar Telvingarfelag. Eftir dramatiskan umdyst við 4 talvum, har hvørgin vildi geva seg, dróg Rógvi at enda longra stráðið. Undan finaluni var væntandi at kappingin fór at vera intens ímillum hesar báðar og so var av sonnum. Rógvi og Helgi luttóku í seinastu NM kappingini sum var í Svøríki.
1Helgi Ziska (HT)6
2Rógvi Dragaberg (KTF)5,5
3Margar Berg (HT)5,5
4Herborg Hansen (KTF)4
5Bogi Hansen (KTF)2,5
6Jaspur Enghamar (HT)2
7Jón Olsen (KT)1,5
8Christoffur Dam (KT)1
D - bólkur: Aldursbólkur 11-12 ár
Føroyameistari 2004 í D-bólkinum gjørdist Hjalti Toftum Jógvansson, úr Havnar Telvingarfelag. Sum væntað gjørdist kappingin hørð ímillum Hjalta, Rógva Nielsen og Rúna Vørmadal. Saman við Rógva Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum varð nr. 2, luttekur Hjalti í NM í Noreg. Á triðja sinni upp í slag, luttaka hesir báðir í NM. Men tað var um reppið, at hetta miseydnaðist hjá Rógva, tí undan seinasta umfarinum vóru vónirnar fyri hesum smáar, tí Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag lá til at vinna kappingina og hevði Rógvi tá verið ov stuttur. Men tá Rúni heilt óvæntað tapti seinasta talvið, var eisini í hesum bólkinum neyðugt við umdysti um annað NM plássið. Òivað var Rúni sera vónbrotin um, at hann soleiðis misti alt á stokkinum og í umdystinum vann Rógvi Nielsen sannførandi 2 - 0. Men tað er onki at taka seg aftur í, at evnaríki vestmenningurin kemur sterkt aftur næstu ferð.
1Hjalti Toftum Jógvansson (HT)6
2Rógvi E. Nielsen (ST)5,5
3Rúni Vørmadal (VT)5,5
4Heiðrikkur Jacobsen (HT)4
5Marni Kruse (Rókur)3
6Sveinur Bjarkason (Rókur)2
7Olaf R. Samuelsen (HT)2
8Janus Gudmundssen (ST)0
E - bólkur: Telvarar 10 ár og yngri
Føroyameistari 2004 í E-bólkinum, sum umboðar yngstu telvararnar, gjørdist Høgni E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Høgni vann kappingina sannførandi og fekk 6,5 stig út av 7 møguligum. Høgni er bróður Rógva í D-bólkinum. Bert 7 ára gamal, verður Høgni yngsti føroyski luttakarin í NM-høpi nakrantíð. Spennandi verður hvussu fer at roynast. Nr. 2 í bólkinum varð Jóhann Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag og luttekur hesin eisini í komandi NM. Hann er bróður Rúna Vørmadal í D-bólkinum.
1.Høgni E. Nielsen (ST)6,5
2Jóhann Vørmadal (VT)5
3Jógvan Emil Joensen (VT)4,5
4Janus E. Nielsen (ST)3,5
5Hørdur Johansen (ST)3
6Bárður J. Stórá (VT)3
7Sølvi Egilsson (ST)2,5
8Rúni Jacobsen (HT)0
Í NM kappingini í Noregi í 18. - 20. februar 2005 luttaka sostatt hesir telvarar:
Úr Havnar Telvingarfelag:
Olaf Berg
Henry Berg
Helgi Dam Ziska
Hjalti Toftum Jógvansson
Úr Sandavágs Talvfelag:
Jón Gregersen
Rógvi E. Nielsen
Høgni E. Nielsen
Úr Vestmanna Talvfelag:
Sjúrður Thorsteinsson
Jóhann Vørmadal
Úr Klaksvíkar Talvfelag:
Rógvi Dragaberg