Arbeiðið at velja eitt nýtt landsstýrisfólk í gamla sessin hjá Henrik Old í Samferðslumálaráðnum dregur út. Tað upplýsir løgmaður í viðmerking til Sosialin í dag.
Upprunaliga var ætlanin, at nýtt landsstýrisfólk skuldi veljast antin beint undan ella beint eftir heystfrítíðina, men nú sigur løgmaður, at tað ganga einar tvær vikur aftrat, áðrenn viðkomandi verður kunngjørdur.
Les eisini: Nýtt landsstýrisfólk um nakrar vikur
- Tað ganga 14 dagar afturat áðrenn vit koma hartil, sigur løgmaður í viðmerking við Sosialin og vísir á, at avgerðin millum annað dregur út, tí so nógv hevur verið at gjørt politiskt seinastu tíðina og at politiska kabalin má ganga upp.
Neyðugt er at seta eitt nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum, aftaná at Henrik Old legði frá sær 1. oktober. Hann legði frá sær, tí hann var ósamdur við raðfestingina hjá samgonguni um hvat av teimum smærru bergholunum skuldu gerast fyrst.
Meðan bíðað hevur verið eftir avgerðina hjá løgmanni, hava føroyskir miðlar givið síni boð um hvør man taka við sessinum. Í oddagrein í Sosialinum í síðstu viku bleiv Heðin Mortensen nevndur sum eitt boð, meðan Norðlýsið í dag peikar á Tummas Lervig.