Drekastevnið fremst allan teinin

Hóast tær á Hvassa royndu fleiri ferðir, so megnaðu genturnar í Sunda Róðrarfelag ongantíð at vinna tað aftur, sum Drekin vann longu í startspurtinum

Í dýrdarlíkindunum á fjarðastevnu í Vestmanna gekk fyrsta startskotið av, tá ið klokkan var neyvt og akkurát trý.

Fyrsti róðurin var millum 5-mannafør við gentur. Sigursharrarnir - ella genturnar – higartil, Drekin og Hvassi, togaðust um sigurin. Drekin stakk beinanvegin drekastevnið framum Hvassa, og hóast genturnar á Hvassa gjørdu fleiri royndir, so eydnaðist teimum ongantíð at taka munin innaftur.

Hvassi fór fyrst undir endaspurtin, og eina lítla løtu tóktist tað sum um, at Hvassi skuldi taka Drekan. Munurin minkaði til hálvan skut ella so, men so svaraðu tær á Drekanum aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað eingin ivi um, at Drekin hevði vunnið.

Junkarin, Firvaldur og Jallurin vístu eisini góðan róður. Leingi vóru hesir bátarnir við í kappingini um næstfremsta plássið, men í endaspurtinum dragnaðu hesir bátarnir eitt lítið vet.

FM kappingin millum Drekan og Hvassa er hørð undan teimum báðum síðstu róðrunum. Drekin er eitt stig frammanfyri Hvassa!


Mynd: 5-mannafør, gentur

Tveir FM-róðrar eru eftir, og hjá gentumanningunum er alt enn púrasta opið

Mynd: Jens Kristian Vang