Soleiðis sum henda kappingin myndaðist á Norðoyastevnu, so var tað kanska ilt at ímynda sær annan vinnara í Hvalvík í dag enn Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.
Men í dag noyddist suvereni vinnarin fyri einari viku síðani at lúta.
Leingi var Erla Kongsdóttir á odda, men so við og við bjóðaði Drekin av. Endaspurturin var sera spennandi, og tær umborð á kvinnubátinum hjá Havnar Róðrarfelag vóru tær drúgvastu.
Munurin var bara sjálvur stavnurin og kanska eitt evarska lítið singur aftrat.
Úrslitið í dag ber við sær, at tað er púra javnt í FM kappingini.
Eingin spenningur var um hini trý plássini. Blikur, sum eina løtu var væl við, var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Erlu Kongsdóttir og meiri enn tríggjar bátslongdir frammanfyri Firvald, sum aftur var fleiri bátslongdir frammanfyri Havfrúnna.
1 Drekin 05:37.11
2 Erla Kongsdóttir 05:37.21
3 Blikur 05:45.09
4 Firvaldur 05:57.05
5 Havfrúgvin 06:06.06
1 Drekin 13
2 Erla Kongsdóttir 13
3 Blikur 9
4 Firvaldur 9
5 Havfrúgvin 6