Drepa føroyska matmentan

Matvørulóggávan, sum arbeitt verður við í løtuni, fer at forkøma føroyskari matmentan, sigur Mortan í Hamrabyrgi, ið heitir á fólk um at venda sær til løgtingsfólk og tala at

Mortan í Hamrabyrgi, sum er matkennari og hevur skrivað nógv um mat í Føroyum, ávarar í hesum døgum føroyingar og heitir á teir, um at venda sær beinleiðis til løgtingsfólk við eini áheitan um at steðga eini matvørulóggávu, ið er ávegis.


- Teir sita í hesum døgum, í tí dulda í skrivstovum í Havnini, og forsegla lóggávuna, ið fer at seta so nógvar forðingar fyri at ræsa og turka í Føroyum sum vit kenna tað í vinnuligum høpi, at hetta fer at gerast endin á hornasteininum í føroysku matmentanini, skrivar Mortan í Hamrabyrgi og sipar til tað ræsta í føroyskum mati.


Hetta skrivar Mortan í Hamrabyrgi í Facebook-bólkinum Gastronomi í Føroyum. Ein bólkur, sum hann hevur stovnað og sum hevur til endamáls at lýsa, viðgera og ikki minst menna føroyska matmentan.


Hesir bólkurin hevur væl omanfyri 4300 limir – og hesir hava allir fingið eina beinleiðis áheitan frá Mortani í Hamrabyrgi, sum harmast um lógina, ið er á veg.


- Eingin hevur biðið um hesa lóggávu, eingin hevur ynskt hana. Eingin tørvur er á henni. Tvørturímóti hava stórt sæð allir partar í matmentarliga heiminum í og uttan fyri Føroyar víst á vandanum við at seta slíkar forðingar, um føroyska matstovuvinna og føroysk ferðamannavinna skal menna seg og hava nakað serføroyskt at bjóða fram og standa seg í kappingini við grannatjóðirnar, sigur hann og leggur aftrat:


- Tí fari eg við hesum at heita á allar borgarar um at venda sær til sítt løgtingsfólk at steðga ætlanirnar sum hesir báðir ætla at fremja við matvørulóggávuni, sigur Mortan í Hamrabyrgi.