Drepur politikkin úti um landið

Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi fer tað at gera, at føroyingar úti um landið fara at missa áhugan fyri politikki, heldur Anfinn Kallsberg

- Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, fara føroyingar at missa áhugan fyri politikki.

Tað heldur Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, verður ein avleiðing av at savna allar Føroyar í eitt valdømi.

Hann heldur, at á tí fyrsta og øðrum valinum eftir, at vit eru blivin eitt valdømi, verður neyvan tann stóri munurin.

- Men sum frálíður fer hetta at føra stórar broytingar við sær og tær verða ikki til tað betra, heldur hann.

Hann heldur, at verða Føroyar eitt valdømi, fer øll uppstilling at verða miðsavnað rundanum flokksapparatini í Havn og tað fer at drepa allan politiskan áhuga úti um landið.


Valfeløgini sovna burtur

- Ein stórur vandi við at gera Føroyar til eitt valdømi, at, at øll tey politisku valfeløgini runt um í landinum, sum hava stóran áhuga í politiskum viðurskiftum, verða fullkomiliga skorin niður.

- Við einum valdømi, fer øll uppstilling at verða miðsavnað hjá flokksapparatunum í Havn. Tí stúri eg fyri, at áhugin fyri politikki, sum kanska er minkandi úr um landið, fer at minka enn meiri, skal eisini uppstillingin stýrast úr Havn.

- Og eg ivist ikki í, at við einum valdømi, verður tað bara tey, sum eru oftast í fjølmiðlunum og taka seg best út í miðlunum, sum hava ein møguleika at sleppa framat. Og so kanska eisini tey, sum hava best ráð at keypa sær lýsingarpláss.

- Tað merkir samstundis, at tann lokali parturin av politikkinum, fer at detta fullkomiliga burtur og tað er ikki fremjandi fyri fólkaræðið.


Nógv sterkari lokalpolitikk

Ein grundgeving fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, er, at tað er ov nógvur lokalpolitikkur í løgtinginum og at tað skal ruddast burtur, so at løgtingi kann sleppa at føra veruligan landspolitikk.

Men Anfinn Kallsberg heldur, at tá ið Føroyar verða eitt valdømi, fer tað kanska at verða nógvar ferðir meiri lokalpolitikkur í Løgtinginum.

- Verða Føroyar eitt valdømi, verða møguleikarnir fyri at fáa løgtingsumboð úr nærumhvørvinum munandi minni enn teir eru nú

- Skulu tey smærru valdømini hava nakran møguleika at fáa umboð á tingi, mugu tey semjast um at taka lógvatak um eitt einstakt valevni og tað merkir, at nógvir veljarar verða tvingaðir at velja ímóti teirra sannføring.

- Tá koma vit í tað støðu, at teir lokalu løgtingslimirnir kring landið, fara at vera nógv sterkari knýttur at tí lokala økinum, har teir eru valdir, enn teir nakrantíð hava verið og tí fara teir løgtingslimirnir at føra ein nógv sterkari lokalpolitikk, enn teir gera nú.

Alt hetta tilsamans fer eisini at gera, at tað verður nógv torførari hjá nýggjum valevnum at yvirhøvur at sleppa upp í part í politikki, sigur Anfinn Kallsberg.

Undir øllum umstøðum heldur Anfinn Kallsberg, at tað er høpisleyst at gera Føroyar til eitt valdømi frá hesum valinum at rokna, sum verður í seinasta lagi um eitt lítið hálvt ár, tí hann heldur, at tíðin er ov knøpp.


Ómansligt

Annars ivast hann í, um tað er rætt at hava fólkaatkvøðu um spurningin um at gera Føroya til eitt valdømi.

- Tað er eitt sindur ómansligt at politikarar senda spurningar, sum ósemja er um, til fólkaatkvøðu, tí tað er at snúgva sær undan ábyrgd. Vit eiga at avgreiða tey politisku málini í Løgtingini, eisini tey málini, vit eru ósamd um.

Nú er tað so, at í ólavsøkurøðu síni, luftaði løgmaður tankan um at hava fólkaatkvøðu um málið at gera Føroyar til eitt valdømi.

- Eg meti at tað var tí at hann hevur varnast, at hetta kundi elva til trupulleikar og tí royndi hann at spæla út við einum uppskoti, sum kundi loyst knútin.

- Men tað sær út til, at tað er miseydnast, leggur hann afturat.