Dreymabilurin er ein Ford Mustang

Dreymabilurin

Navn: Karl Sofus Heimistovu
Bústaður: Klaksvík
Starv: Bilmekanikari
 
Hvat slag var tín fyrsti bilur?
Mazda 616 árg. 1974.
 
Hvat stressar teg í ferðsluni?
Eg elski at koyra bil, men tað kann stressa meg, tá bilførarar tarna ferðsluni við at tosa í fartelefon undir koyring.
 
Hevur tú nakrantíð fingið bót í ferðsluni?
Ja, herfyri koyrdi eg 69 km/t gjøgnum Skipanes.
 
Hvørjum bili koyrir tú í til dagligt?
Havi júst selt ein Mazda6 og leitið nú eftir einum góðum brúktum BMW-700.
 
Hvør er tín dreymabilur?
Dreymabilurinhjá mær er ein Ford Mustang cabriolet frá 1967.
 
Mynd: (Ford Mustang)
 
 
Myndatekstur:
 
Dreymabilurin hjá Karl Sofus Heimistovu er ein Ford Mustang cabriolet frá 1967