Føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stóra Dreymar við Havið verður í næstum sýndur í týska býnum Lübeck. Tað er í samband við filmstevnuna Norðurlendskir Filmsdagar í Lübeck, at filmur verður sýndur. Tað boðar festivalurin frá í tíðindaskrivi.
Í alt 195 filmar verða sýndir á stevnuni, ið fer av bakkastokki 1. november 2017, og er bæði leikstjórin Sakaris Stórá og framleiðarin Ingun í Skrivarastovu boðin við til stevnuna.
Skipað hevur verið fyri Norðurlendskir Filmsdagar Lübeck síðan 1956, og er tað sostatt 59. ferð, at skipað verður fyri stevnuni, ið sýnir filmar úr Norðurlondum, Baltalondum og Norðurtýsklandi.
Dreymar við havið, ið hevur fingið týska heitið Träume am Meer, varð frumsýndur í Havnar Bio í síðsta mánaði. Talan er um fyrsta spælifilmin hjá Sakaris Stórá, ið áður hevur leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.