Dreymurin druknaði í dropunum

Liverpool, Anfield og milliónirnar hjá HB druknaðu í váta veðrinum á Tórsvølli mikukvøldið, tá ið HB í einum tættum dysti tapti fyri litaviska Kaunas, tí litavarnir vóru nógv meiri avgjørdir framman fyri málinum.

Í upptaktini til dystin mikukvøldið segði HB-venjarin, Heine Fernandez, her í blaðnum, at tað mest umráðandi var at halda konsentratiónini frá byrjan av dystinum, soleiðis at teir ikki gjørdu nøkur mistøk beinanvegin. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikar, og byrjanin upp á dystin gjørdist ein sonn marra fyri HB.

Møguleikarnir vóru har
HB hevði styrkt seg til dystin við tveimum dønum, Jan Larsen og Martin H. Nielsen, og teir báðir vóru við frá byrjan. Jan Larsen var á vinstra miðvølli, og hetta hevði við sær, at Tór-Ingar Akselsen var koyrdur út á bonkin. Martin H. Nielsen var í miðverjuni saman við Johannes Joensen, og tað noyddi Rasmus Nolsøe út á bonkin.
Umstøðurnar at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu, tí tað hevði regnað illa ein stóran part av mikudegnum, og Tórsvøllur var tí rættuliga bleytur og hálur. Hetta hevði við sær, at spælararnir til tíðir høvdu ilt við at standa á beinunum, og váti vøllurin gjørdi eisini sítt til, at nógvir taklingar blivu rættuliga ófantaligar.
Sum áðurnevnt fekk Kaunas eina dreymabyrjan upp á dystin, tá ið teir løgdu seg á odda longu í1. minutti. Verjan hjá HB var ikki komin upp á pláss, og so gjørdist vinstri miðvallarin Velicka leysur ígjøgnum í vinstru síðu, og hann sendi framvið Bárði Johannesen til 1-0.
Hetta var ein vátur vøttur hjá HB at fáa, men tað skal sigast, at havnarmenninir fullu ikki í fátt, og tað var eisini um reppið, at teir javnaðu, tá ið fimm minuttir vóru leiktir. Annar danin, Jan Larsen, sendi ein bólt úr vinstru síðu yvir í høgra borð til Jákup á Borg, sum sendi inn í málteigin, har Rókur av Fløtum Jespersen kom at standa væl fyri. Men Rókur var ikki nóg kvikur, og tá ið hann skeyt, vóru verjan og málverjin hjá Kaunas komin upp á pláss og fingu vart fyri.

Stokkut gleði
Um miðjan fyrra hálvleik økti Kaunas um leiðsluna hjá sær, og tað var enn einaferð Velicka, sum var upp á spæl, tá ið hann kom at standa væl fyri eftir eitt sindur av tilvildarligum spæli kring HB-brotsteigin og sendi í netið til 2-0.
Heimaliðið svaraði tó skjótt aftur, tí longu fýra minuttir seinni minkaðu teir um munin. Janus Joensen legði ein bólt inn í brotsteigin hjá Kaunas, og har var málverjin hjá litavunum, Kurskis, og misti bóltin úr hondunum, og so var Hans á Lag skjótur og trillaði í tóma netið til 1-2.
Hetta málið gav HB eitt sindur av vón, men tað gekk ikki so long tíð, áðrenn Kaunas aftur var upp á spæl. Litavarnir fingu eitt horna í vinstru síðu, sum var sent yvir í handaru síðu av brotsteiginum, áðrenn bólturin endaði mitt fyri aftur, har Klimek fekk beint í málið, og Kaunas hevði aftur eina tvey-máls leiðslu.
Í seinna hálvleiki legði HB eitt ávíst trýst á litavarnar, og tað munaði eisini, at heimaliðið við Bárði Mortanssyni, ið kom á vøllin í steðginum, hevði fingið ein skjótan leikara í álopið.
Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki, kom Tór-Ingar Akselsen á vøllin fyri Hall Danielsen, og samstundis skifti HB frá at leika 4-4-2 til 3-4-3, og hetta gav úrslit beinanvegin. Jákup á Borg kastaði eitt innkast í høgru síðu heilt frammi við hornaflaggið, sum bleiv longt inn í málteigin, har Hans á Lag sendi bóltin inn um málstrikuna, og so var aftur bert tað eina málið á muni.
Men gleðin var stokkut hjá HB, tí longu minuttin eftir økti Zelmikas til 4-2 fyri Kaunas, tá ið hann fluktaði eitt frísparksinnlegg upp undir tvørstongina og ínetið.
Havnarmenninir royndu framvegis at trýsta, men tað tóktist sum um, at málið til 4-2 hevði punkterað teir eitt sindur, og so hendi ikki stórvegis annað seinastu løtuna, burtursæð frá at norski dómarin helt fram við at tveita um seg við gulum kortum.

10 gul kort
Tann maðurin, ið var mest í fokus á Tórsvølli mikukvøldið, var norski dómarin, Brage Sandemoen, sum býtti ikki færri enn 10 gul kort út.
Í flestu førunum var talan um ávaringar, ið vóru latnar fyri ov seinar taklingar, sum blivu framdar, tí at vøllurin var so ómetaliga vátur. Men tað var eisini mangan, at menn høvdu hug at bresta saman, og leikararnir hjá HB vóru alt annað enn nøgdir við avrikið hjá norska dómaranum. Undir dystunum royndi onkur av leikarunum hjá HB at siga við norska dómaran, at tað vóru altso tvey lið á vøllunum.
At Brage Sandemoen kanska var í so blíður við gestirnar úr Litava, er væl møguligt, men tað var sum so ikki nakað at rópa hart um, tí heimligu spælararnir høvdu hug til at verða nakað ófantaligir í nærdystunum.
Tað gjørdist rættuliga dramatiskt, tá ið dysturin var bríkslaður av, tí knappiliga bleiv áfast millum Vagn Mohr Mortensen og ein litaviskan spælara, og Vagnur reyk um koll. Dómarin rópti bæði litavan og Vagn til sín, og báðir fingu gula kortið. Tíverri fyri Vagn og HB, hevði hann fingið eitt gult kort fyrr í dystinum, so at hetta merkti, at Vagnur eisini fekk reyða kortið at síggja, og hann verður tí ikki við í Litava í næstu viku, har HB tykist hava eina ómøguliga uppgávu.