Dripin í morgunballi í Hvalba

Nógv bendir á, at løgreglan heldur, at talan er um morð í Hvalba í morgun. Sum info skilir, so hevur veitsla verið í Roynhøllini í gjárkvøldið. Eftir at veitslan var liðug, fóru nøkur fólk í eini sethús í Hvalba at ballast víðari.

Hvussu leikur er farin fram, er ikki greitt enn, men tað er løgreglan í ferð við at kanna. Men sum skilst, so hevur ein maður dripið ein 36 ára gamlan mann í húsinum.

Ein maður býr einsamallur í húsinum, men tað er ikki hann, sum er afturhildin, men ein annar maður.

Les eisini: Misteinkiligt deyðsfall í Hvalba

Les eisini: Politiið hevur sperrað eini hús í Hvalba