Dripin undir beinleiðis sending

Ein tíðindakvinna og ein myndamaður vóru skotin undir eini beinleiðis tíðindasending í USA í morgun.

Tíðindakvinnan Alison Parker og myndamaðurin Adam Ward vóru skotin meðan tey gjørdu eina beinleiðis samrøðu við Vicki Gardner í morgun. Alison Parker og Adam Ward doyðu á staðnum, meðan Vicki Gardner mátti til viðgerðar á sjúkrahúsi fyri sínar løstir.

 

Tað var ein fyrrverandi starvsfelagi teirra, sum skjeyt tey. Nakað seinni, eftir at hann hevði sent sjónvarpsrásini eina frágreiðing fyri morðini, skjeyt drápsmaðurin seg sjálvan. Kykmyndir vísa, at maðurin gongur róliga rundan um tey trý, áðrenn hann brádliga tekur revolvaran fram og byrjar at skjóta.

 

Drápsmaðurin, Vester Lee Flanagan, sigur, at tað var álopið móti eini kirkju í Charleston 17. juni, sum førdu til hendan sorgarleikin. Hann sigur, at hann keypti revolvaran tveir dagar seinni.  Hann hevur sent sjónvarpsrásini eitt skriv, eitt sokallað manifest, har hann greiðir frá, hví hann framdi illgerðina. Í skrivinum nevnir hann fleiri aðrar hópdrápsmenn sum fólk, hann sær upp til.

 

Í skrivinium tykist tað, sum at álopið er ein hevnd fyri, at hann hevur verið happaður á arbeiðsplássinum vegna tað, at hann var myrkur og samkyndur.

- Ja, tað ljóðar allarhelst, sum eg eri illur. Og tað eri eg. Tað havi eg alla orsøk at vera. Álopið móti kirkjuni var prikkurin yvir i'ið. Vreiðin er voksin innan í mær, og eg havi verið ein krúttunna, sum kundi fara í luftina nær sum helst, skrivar hann í skrivinum.