Bæði Didier Drogba og Lionel Messi hava sitið uttanfyri til venjing í døgunum upp til seinnu Champions League hálvfinaluni millum Barcelona og Chelsea í kvøld. Didier Drogba verður kannaður stutt undan dystarbyrjan, meðan Lionel Messi sambært Sky Sports er tøkur.
Chelsea vann fyrru hálvfinaluna 1-0 á Stamford Bridge í London og tí skal Barcelona vinna í kvøld, um teir skulu gera sær nakrar tankar um at koma víðari.
Málið í fyrra dystinum skoraði Didier Drogba, men hann hevur ein minni skaða at dragast við og sat millum annað uttanfyri í grannauppgerðini um vikuskiftið móti Arsenal. Verður hann ikki tøkur, so verður tað helst Fernando Torres, ið verður fremsti maður hjá Chelsea.
Lionel Messi var ikki at síggja á vøllinum til venjing fyrradagin, men vandi í gjár og er tøkur til dystin í kvøld. Barcelona hevði stórar trupulleikar av Didier Drogba í fyrra dystinum. Barcelona miðverjin, Gerard Pique, verður mettur sum maðurin, ið kann stegða Didier Drogba. Gerard Pique hevur verið skaddur í nakrar vikur, men er tøkur til dystin í kvøld.
Megnar Chelsea at skora í kvøld, so skal Barcelona fram at skjóta trý mál fyri at koma víðari orsaka av regluni um útivallarmál.
Champions League hálvfinalur:
24/4:
Barcelona (0) (1) Chelsea 19:45
25/4:
Real Madrid (1) (2) Bayern Munchen 19:45