Fyrrverandi Chelsea leikarin Didier Drogba spældi í kvøld aftur á Stamford Bridge fyri fyrstuferð, síðani leikarin skifti úr felagnum á sumri í 2012.
Didier Drogba og liðfelagarnir úr Galatasaray taptu dystin greitt 2-0 og ruku harvið út úr Champions League kappingini.
Didier Drogba bleiv móttikin sum ein sann hetja á Stamford Bridge, har fjepparir høvdu gjørt bannarir, fyri at minnast aftur á tær góðu løturnar við Drogba í felagnum.
Tað er ikki óhugsandi at Drogba aftur kann vera ein partur av Chelsea einaferð. Í øllum førum hevur José Mournho úttalað seg, at hann væl sær Didier Drogba sum ein part av felagnum aftur.
- Tað er sjálvandi ikki upp til mín, tað er upp til Chelsea. Men eg meti at hann skal venda aftur til felagið ein dag. Um tað er sum leikari, um tað er eitt slag av venjara, ella um tað er sum ein ambassadørur fyri felagið, dugi eg ikki at siga. Eg dugi heldur ikki at siga um hann vendir aftur um 1 ár, um 4 ár, ella um 10 ár. Men eg ynski at hann einaferð aftur kemur at verða ein partur av felagnum.
Didier Drogba spældi í Chelsea frá 2004 til 2012. Hann spældi 226 dystir fyri felagið og náddi at skora 100 mál fyri Chelsea.