Liverpool hevði bert ein lítlan teoretiskan møguleika at vinna seg uppá fjórða plássið í Premier League, tá teir ígjár møttu Chelsea á heimavølli á Anfield leikvøllinum.
Aftaná dystin, sum Chelsea vann 2-0 eru onkrar samansvørjingar-teoriir komnar á borðið. Tí tá 33 minuttir vóru farnir legði Chelsea seg á odda við einum máli, sum var ein sonn gáva frá Steven Gerrard. Gerrard sendi eina høpisleysa sending beint fyri føturnar á Didier Drogba, sum skoraði sítt mál nummar 26 fyri Chelsea hetta kappingarárið.
- Hann gjørdi eitt stórt mistak, men hann gjørdi tað ikki við beráddum huga. Eg var bert heppin at verða á tí rætta staðnum, tá sendingin kom, segði Didier Drogba við Canal Plus Sport aftaná dystin.
- Vit spældu ein stóran dyst, vit vóru greiðir yvir, at vit máttu vinna, segði Frank Lampard aftaná dystin.
Spurdur um hvussu tað kendist at spæla framman fyri stóru fjøldini á Anfield, har tey flestu ikki ynska, at Manchester United skal vinna meistaraheitið, svaraði Lampard: - Tey stuðlaðu liði sínum, og vit mugu vísa virðing til spælarnar hjá Liverpool fyri, at teir vístu ein professionelan hugburð, aftaná eina strævna viku, har teir mistu finaluplássið í Europa League, staðfestir Frank Lampard.
Sunnudagin tekur Manchester United ímóti Stoke, og Chelsea tekur ímóti Wigan á Stamford Bridge. Chelsea hevur 83 stig, meðan Manchester United hevur 82 stig.