Drotningin broytur siðvenjuna á nýggjárinum

Nýggjárstalan verður ikki hildin sum vant á Amalienborg

Tá Drotning Margrethe skal halda nýggjárstaluna í ár, verður tað ikki sum vant á Amalienborg, at talan verður hildin. Av tí at Amalienborg skal umbyggjast, verður nýggjárstalan flutt til Fredensborg Slot, hetta skrivar danska kongahúsið í einum tíðindaskrivi í dag. 

 

 

Hetta er ikki fyrstu fer, at nýggjárstalan verður send frá Fredensborg Slottinum, í 1979, 1980, 2014 og 2015 var nýggjárstalan eisini send frá Fredensborg Slot. Uttari garðurin á Fredensborg Slot verður opin fyri almenninginum nýggjársaftan, men Amalienborg verður ikki opið og har verður einki tiltak á nýggjárinum.