Drotningin og Joakim prinsur hava tosað saman á Fredensborg

Øll eru nú samd um at hyggja frameftir, verður sagt, eftir at Joakim prinsur hevur verið í Danmark og tosað við mammu sína.

Joakim prinsur hevur nú tosað við mammu sína eftir avgerðini um, at børn hansara missa heitini sum prinsar og prinsessur. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Joakim hevur í hesi vikuni verið í Danmark og hevur tosað við Margretu drotning á Fredensborg Slotti. Tað váttar kongshúsið fyri B.T.

– Tað er rætt, at drotningin og Joakim prinsur hava tosað saman á Fredensborg, sigur samskiftisstjórin í Kongshúsinum, Lene Balleby, við blaðið.

Eftir samrøðuna millum drotningina og Joakim prins er tað sambært kongshúsinum semja um at flyta seg víðari frá spurninginum um heiti.

– Øll eru samd um at hyggja frameftir, og sum drotningin sjálv hevur sagt, so ynskja hon og Joakim prinsur frið at vinna leiðina gjøgnum hesa støðuna, sigur Lene Balleby sambært B.T. Kongshúsið hevur ikki fleiri viðmerkingar um málið.

Samrøðan var, eftir at drotningin fyri stuttum boðaði frá, at tey fýra børnini hjá Joakim prinsi missa heitini sum prinsar og prinsessur frá 1. januar 2023. Tað merkir, at tey bara kunnu nýta heitini sum greivar og komtessur av Monpezat.

Ein avgerð, sum Joakim prinsur alment segði seg vera undrandi og ráðaleysan av. Síðani segði Margreta drotning, at hon sum mamma og omma hevði undirmett, hvussu stóran týdning hetta hevði fyri Joakim prins og familju hansara.

Joakim prinsur upplýsti, at hann hevði fingið fimm dagar freist, áðrenn drotningi boðaði frá avgerð síni.

Sambært B.T. fór Joakim prinsur í gjár aftur til París, har hann b´hyr saman við Mariu prinsessu og børnum teirra, Henrik prinsi og Athenu prinsessu.

/ritzau/

 

Joakim prinsur hevur nú tosað við mammu sína eftir avgerðini um, at børn hansara missa heitini sum prinsar og prinsessur. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix