Politikararnir fara ikki at kanna, hvussu Margretha drotning og hennara brúka pengarnar, sum tey fáa úr ríkiskassanum Margrethu drotning og húski hennara nýtist ikki at stúra fyri, at tað almenna fer at kanna, hvussu tey brúka pengarnar, sum kongshúsið fær úr ríkiskassanum á hvørjum ári.
Teir báðir størstu flokkarnir í Fólkatinginum, Vinstri og Sosialdemokratarnir, eru samdir um, at penganýtslan hjá kongshúsinum skal ikki kannast.
Tað samsvarar annars ikki við eina meiningakanning hjá kringvarpinum DR. Har svaraðu 75 prosent av teimum spurdu, at politikararnir eiga at kanna, hvussu kongshúsið brúkar pengarnar. Men tað verður ikki gjørt, siga teir báðir størstu flokkarnir við DR.