Duga betur einsamallir

Bólkur A: Kekkia. Kekkoslovakia hevði sínar upp- og niðurtúrar á altjóða fótbóltspallinum. Fólkagrundarlagið minkað, tá landið fór í tvíningar, men síðani 1993 hevur nú einsamalla Kekkia støðugt talst millum tey allar-sterkastu

Sum sameind tjóð var fyrrverandi kekkoslovakia eitt av londunum, sum av og á otaðu seg upp móti veruligu elituni.

Størsti sigurin kom uttan iva í 1976, tá ein ískaldur Patenka kipti brotsspark inn um sprellandi Sepp Maier í týska málinum, tá EM-finalan skuldi avgerast við brotsspørkum. Men við EM-bronsu í 1980 og OL-gulli sama ár prógvaði Kekkoslovakia, at teir hoyrdu til atjóða toppin.

Meira ella minni rak ár fylgdu í kjalarvørrinum á hesum, og tá tjóðin skrædnaði í tvey, mundu tey flestu halda, at útlitini fyri einum sterkum fótbóltslandsliði gjørdust verri.


Koler er størstur

Skal nøkur einstøk hending dragast fram, so slepst illa undan at nevna EM-endaspælið í Onglandi í 1996. Tað kann væl vera, at tað var vertstjóðin, sum sang “Football’s coming home”. Men hóast Kekkia hesa ferð tapti finaluna móti Týsklandi og Bierhoff, so markeraði óvæntaða silvurmerkið, at Kekkia veruliga var í ferð við at vinna seg móti europisku tindunum aftur.

Nøvn sum Nedved og Berger gjørdist brádliga at kalla heimskend, men hóast hesir í dag eru givnir, so eru reyðlittu stjørnurnar nógvar í tali. Í vavi er eingin teirra størri enn Jan Koller, men við eini stjørnuparadu, sum telur eitt nú Cech, Grygera, Jankulovski, Rosicky og Baros tolir kekkiski hópurin sammeting við eitt hvørt annað landslið. Og skuldu onkrir av hesum svikið, hevur karismatiski Karol Brückner fleiri av mest spennandi fótbóltsnøvnunum í Europa at velja ímillum, tá liðið skal setast.


Millum favorittarnar

Tí er eingin ivi um, at Kekkia aftur hesa ferð skal roknast millum favorittarnar, tá gull-kandidatarnir verða vigaðir. Kanska ikki í eins stóran mun, sum teir vóru tað fyri fýra árum síðani, tá hálvfinalan tó gjørdist endastøðin.

Koller og Baros eru kanska farnir upp um ideal-aldursmarkið. Men teir hava royndirnar, sum gera, at teir altíð kunnu levera vøruna, tá mest stendur, og klassiska FyBi samansetingin teirra millum er gjøgnum árini ment til nakað, sum líkist perfektionismu.

Í málinum er Cech kanska tann besti í heiminum á plássinum, og við eini royndari verju, sum fremur fá mistøk, er trygdin eisini í lagi, tá avgerandi knock-out dystirnir standa á skránni. Nedved er kanska ikki longur á miðvøllinum, men við støðugt mennandi Rosicky er momentið og ferðin í álopsspælinum intakt.

Ofta verður tikið til, at styrkislistin hjá FIFA er ikki heilt realistiskur, tí torgreidda útrokningargrundarlagið í ovurstóran mun favoriserar ávísar tjóðir. Hinvegin hevur Kekkia átt støðugt pláss millum tey sterkastu 10 seinastu 12 árini. Og tað munnu vera fáir landsliðsvenjarar, sum í dag vilja mótmæla pástandinum um, at Kekkiska landsliðið væl og virðiliga hevur uppiborið verandi sætta plássið á listanum. Eisini hóast Berger og vinmenninir eina løtu kastaðu Fair-play regluna fyri borð, tá trý virðismikil stig skuldu togast heim í fjallalendinum móti eini pinkutjóð í Atlantshavinum ein ráligan og mjørkatungum septemberdag í 1998.



---


Kekkia


1 Petr ?ech

2 Zden?k Grygera

3 Jan Polák

4 Tomáš Galásek

5 Radoslav Ková?

6 Marek Jankulovski

7 Libor Sionko

8 Martin Fenin

9 Jan Koller

10 Václav Sv?rkoš

11 Stanislav Vl?ek

12 Zden?k Posp?ch

13 Michal Kadlec

14 David Jarolím

15 Milan Baroš

16 Jaromír Blažek

17 Marek Mat?jovský

18 Tomáš Sivok

19 Rudolf Skácel

20 Jaroslav Plašil

21 Tomáš Ujfaluši

22 David Rozehnal

23 Daniel Zítka


Venjari: Karel Brückner