Skúlablaðið skrivar, at teir næmingar, sum ikki klára seg so væl í støddfrøði, eru vorðnir færri, meðan næmingarnir, sum liggja um miðjuna, liggja umleið um sama stað.
Teir næmingarnir, sum klára seg best, eru vorðnir eitt sindur færri í tali.
– Uppgávurnar hava sum heild verið nøktandi svaraðar, men broytingar eru gjørdar í uppgávunum seinastu árini. Hetta hevur havt ávirkan á uppgávusvarini, og tí er umráðandi at hava í huga, at tað er trupult at gera samanberingar við undanfarin ár, av tí at dátugrundarlagið er broytt. Niðurstøður kunnu tí bara gerast við fyrivarni, vísa tey á, sum hava skrivað frágreiðingina til landsroyndirnar, skrivar Skúlablaðið.
Um úrslitini hjá 4. flokki í 2013, so liggur tað hagfrøðisliga tætt at úrslitinum frá 2012, men í uppgávusvarunum sæst ein polarisering millum góðar og vánaligar uppgávuloysnir.
– Hetta kemur uttan iva av uppgávuraðnum, sum hevur fleiri bæði nýggjar og nýggjari uppgávusløg, tó sæst, at næmingarnir longu í 2013 duga betur at svara uppgávunum, sum vóru nýggjar árið fyri. Tað er líkt til, at næmingarnir bólka seg í eina miðju og tveir polar við næmingum, sum duga væl at rokna í øðrum endanum, og næmingum, sum ikki duga so væl at rokna í hinum endanum. Eisini er ein hóming av, at teir næmingar, sum duga væl at rokna, blíva dugnaligari, meðan teir næmingar, sum ikki duga so væl at rokna, klára seg verri. Hildið verður, at orsøkin er, at uppgávuraðið er ment, og fatar eisini um nøkur nýggj uppgávusløg, skrivar Skúlablaðið.
Meira kann lesast um málið VIÐ AT TRÝSTA HER