Í morgun kipaði Dugni fyri móttøku í sambandi við at stovnurin flytir í nýggj og snotulig hølir uppi á Hjalla.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram røðu og síðani segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, nøkur orð.
Hedvig Jóhansdóttir, leiðari á Dugna, fegnast um nýggju hølini, ið gevur stovninum heilt nýggjar møguleikar.
Vit hava 30 næmingar í tríggjar mánaðir í einari skipan, sum er í samstarvi við Almannastovuna. Vit hava næmingar í arbeiðsførum aldri og úr mestsum øllum landinum, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Stovnurin hevur eina teldudeild og ger fleiri arbeiðir fyri ymsar fyritøkur, eitt nú visittkort og líknandi.
Eisini fer stovnurin nú at bjóða døgurða úr nýggja køkinum, sum er í hølunum uppi á Hjalla.